| Forum Threads | |
| Random Photo | |
| Member Poll | |
|
Ãhugafelag fyri spøl | Ætlanin er at stovna eitt áhugafelag fyri brettspøl, rolluspøl og serkortsspøl à Føroyum. Stovnandi aðalfundur verður à Losjuni á Tinghúsvegnum (niðastu hædd) à Tórshavn sunnudagin 4. februar 2007 kl. 14.00.
Øll spæliáhugaði eru vælkomin. Eftir fundin verður møguleiki at spæla spøl.
Tit mugu gjarna geva boðini vÃðari til fólk tit kenna.
|
|
| |
| |
| Comments |
on January 25 2007 19:30:39
Losjuni well there was a surprise. |
on January 25 2007 23:04:17
Hava tit sent tíðindaskriva til bløðini og kanska eisini til onkrar heimasíður ? so sum Vikublaðið ella Portalin ?
Men tit kunnu rokna ivð at eg verið har! |
on January 26 2007 09:55:27
Vit hava ikki sent tað til bløðini. Enn hava vit bert yvurlatið boðini til Gongumenn.com, Vinir.net og junglutrummurnar.
Uppskot til reglugerð fyri felagið er lagt á forumið. |
on January 30 2007 11:28:00
Vegna nógvar nýggjar threads í forum havi eg lagt uppskot til reglugerð her eisini:
Viðtøkur felagsins:
§1: Endamál felagsins
Stk. 1: Endamálið við felagnum er: at samla brettspæl-, rolluspæl- og serkortspælsáhugaði í einum felagi fyri at røkja felags áhugamál, at arbeiða fyri samskipan kring landið, at skipa fyri felagstiltøkum og kappingum.
Stk. 2: Navn felagsins er Elysium.
Stk. 3 Felagið er stovnað tann 00. 00. 0000.(Fyrsti aðalfundur)
Stk. 4: Felagið hevur skrivstovu í Tórshavn.
Stk. 5: Felagið skal við sínum endamáli, ikki hava handilslig áhugamál, við vinningi fyri eygað.
Stk. 6: Felagið skal vísa seg sum eina góða fyrimynd fyri spæliáhugaði.
Stk. 7: Felagið leggur seg eftir at halda galdandi lógir og reglur í samband við felagstiltøk.
§2: Limaskapur
Stk. 1: Tey, sum kunnu gerast limir, eru einkultpersónar í hava fylt 16 ár ella eldri, ið stuðla endamálinum hjá felagnum.
Stk. 2: Um tað eru 25 limir á sama økið, skullu stig takast til at stovna lokalfelag.
Stk. 3: Nevndin kann strika ein lim – eisini ein nevndarlim – hjá felagnum um fleirtal er fyri hesum, um tað er víst, at hesin hevur brotið seg ímóti felagnum ella hevur víst ikki ítróttarligan, ósømiligan ella óvinarligan atburð. Nevndin skal kæra avgerðina til fyrstkomna aðalfund, um avgerðin er endalig.
Stk. 4: Limaskapur er galdandi, tá limagjaldið er goldið.
Stk. 5: Navn og adressa skal verða skrivað í limasavn felagsins.
Stk. 6: Limagjaldið er at rokna frá 1. januar til 31. desembur.
Stk. 7: Limagjaldið verður fastlagt á aðalfundinum og verður kravt einaferð árliga innan 1 mai. Um limagjaldið ikki er goldið, tá ið freistin er farin, verður limurin hvílandi limur, og fær ikki
lut í tænastum felagsins og hevur ikki atkvøðurætt á aðalfundi. Hevur hvílandi limurin ikki goldið
innan 1 ár, verður limurin strikaður, og eitt eyka tekningargjald verður kravt, tá ið limurin verður uppafturtikin í felagið.
Stk. 8: Upphæddin á tekningargjaldinum verður fastløgd á aðalfundinum.
Stk. 9: Fyri at siga seg burtur úr felagnum kann hetta gerast skrivliga pr. 31. desembur.
§3: Aðalfundur felagsins
Stk. 1: Hægsti myndugleiki í felagnum er aðalfundurin, sum verður hvørt ár í septembur mánaði.
Stk. 2: Nevndin kallar inn til ársaðalfund við brævi ella við lýsing í tíðindabløðum seinast 14 dagar áðrenn fundin. Lýsingin skal innihalda dagsskránna.
Stk. 3: Dagsskráin til vanligar ársaðalfundir:
1. Val av orðstýrara og skrivara.
2. Val av atkvøðuteljara og staðfesting av gyldigum atkvøðurættum.
3. Staðfesting um fundurin er viðtøkuførur.
4. Frágreiðing formansins.
5. Staðfesting av striking av limum.
6. Leggja fram roknskap til góðkenningar.
7. Innkomin uppskot.
8. Fastleggja limagjald og tekningargjald.
9. Val av nevndarlimum.
10. Val av ymiskum bólkum (webmaster/blað)
11. Val av grannskoðara.
12. Ymiskt
Stk. 4: Uppskot, ið ynskjast viðgjørd á aðalfundinum, mugu vera formanninum í hendi seinast 8 dagar áðrenn ársaðalfundin.
Stk. 5: Ongin limur hevur atkvøðurætt fyrr enn viðkomandi er fyltir 18 ár.
Stk. 6: í aðalfundinum hevur hvør limur 1 atkvøðu.
Stk. 7: Orðstýrarin avgerð um aðalfundurin er lógliga fráboðaður og viðtøkuførur. Orðstýrarin avgerð, hvussu atkvøðast skal, men um ein limur ynskir at atkvøðast skal skriftliga, verður hetta gjørt.
Stk. 8: Broytingar til viðtøkunar kunnu gerast á ársaðalfundinum við 75% fleirtal av teimum uppmøttu limunum við atkvøðurætti.
Stk. 9: Allar avgerðir verða tiknar við fleirtali. Við atkvøðu javnleik fellur uppskotið burtur.
Stk. 10: Aðalfundurin er viðtøkuførur um 10 atkvøðubærir limir møta.
§4: Eykaaðalfundur
Stk. 1: Eykaaðalfundur kann einans haldast, um ein meirluti í nevndini ynskir hetta, ella 20% av limunum skriftliga ynskja hetta.
Stk. 2. Kravt verður, at teir limir, sum hava
innkallað til eykaaðalfund, hava eitt framsøgufólk.
Stk. 3: Innkallað verður sum í § 3.
§5: Nevnd felagsins
Stk. 1: í aðalfundinum velja limir eina nevnd og ein granskoðara.
Stk. 2: Nevndin skal hava 5 limir. Av hesum skulu, so vítt møguligt, vera eitt umboð fyri brettspælarar, eitt fyri rolluspælarar og eitt fyri serkortsáhugaðið.
Stk. 3: Nevndin skipar seg sjálva á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin, og verða valdir í nevndarsessin fyri eitt 1 ára skeið
Stk. 4: Nevndarlimir mugu verða fyltir 18 ár.
Stk. 5: Nevndin er viðtøkufør, tá ið minst 2 nevndarlimir og formaðurin eru til staðar, ella 4 nevndarlimir.
Stk. 6: Felagið verður teknað av formanninum og 4 nevndarlimun.
Stk. 7: Formaðurin ella 2 nevndarlimir innkalla til nevndarfund, eftir tørvi.
Stk. 10: Avgerðir verða tiknar við fleirtali.
Stk. 12: Gerðabók verður skrivað, og møguligur minniluti kann krevja at fáa teirra meining í fundarfrásøgnina.
Stk. 13: Nevndin hevur ábyrgd av tí dagligu leiðsluni av felagnum, samb. viðtøkunum.
Stk. 14: Eingin í nevndini kann nýta felagið til handilslig endamál, við egnum vinningi fyri eygað.
§6: Fíggjarviðurskiftir
Stk. 1: Fyri at halda útreiðslur felagsins, ásetur aðalfundurin tað árliga limagjaldið.
Stk. 2: Nevndin ásetur eitt innlimingargjald í skal góðkennast á aðalfundi.
Stk. 3: Nevndin stovnar neyðugar konti til felagsins tørv.
Stk. 4: Nevndin kann til eina og hvørja tíð gera kassaeftirlit.
Stk. 5: Við keyp og sølu av fastogn, ella við lántøku í munandi bindur felagið fíggjarliga, krevst aðalfundarsamtykt.
Stk. 6: Roknskaparárið er frá 1. januar til 31. desember.
Stk. 7: Kassameistarin førir limasavn, krevur limagjald v.m. og avroknar. Kassameistarin førir leypandi rakstrarrokniskap og ger ein ársrokniskap. Grannskoðarin kannar ársrokniskapin. Kassameistarin leggur rokniskapin fram til góðkenningar á ársaðalfundinum.
Stk. 8: Grannskoðaður roknskapur skal verða greitt uppsettur.
Stk. 9: Felagið bindir seg við undirskrift frá formanninum og kassameistaranum. Fyri at røkja tann dagliga raksturin av felagnum kunnu nevndarlimir í samráð við kassameistaranum geva álítandi limum fullmakt viðv. konti í peningastovnum, og eisini at kvitta fyri inngangandi peningi og líknandi.
Stk. 10: Felagið heftir bert fyri sínar skyldur við tí í felagnum til eina og hvørja tíð verandi ognir.
Stk. 11: Tað liggur ikki á limum felagsins ella nevnd nøkur persónlig hefting.
§7: Arbeiðsbólkar
Stk. 1: Møguligir arbeiðsbólkar skulu mannast av minst 3 fólkum.
Stk. 2: Møguligar útreiðslur av arbeiðsbólkum, skulu góðkennast av nevndini, áðrenn goldið verður.
§8: Avtøka
Stk. 1: Avtøka av felagnum kann bert gerast, um nevndin framleggur hetta á ársaðalfundinum, og hetta uppskotið verður viðtikið við minst 85% av teimum givnu atkvøðunum.
Stk. 2: Við avtøku av felagnum, avgerð aðalfundurin, hvussu møguligar ognir skulu avhendast, tó skal hetta vera til eitthvørt vælgerandi endamál.
Soleiðis viðtikið á stovnandi aðalfundi tann _____-____-________. |
|
|
| Post Comment |
Please Login to Post a Comment.
|
|
| Ratings |
Rating is available to Members only.
Please login or register to vote.
No Ratings have been Posted.
|
|
|
| Login | |
Forgotten your password? Request a new one here.
|
| |
| Last Seen Users | |
| Obituaries | |
You must login to post a message.
|
| |
|