16. des 2006, 13:59 TÃðindaskrivið frá FaroeJet Einasta privata flogfelag à Føroyum gevst nú við virksemi sÃnum. Eftir fleiri royndir at útvega felagnum nýggjan kapital, steðfestir nevndin à FaroeJet, at grundarlag er ikki fyri at halda fram við flogvirkseminum
FaroeJet, sum er einasta privata flogfelag à Føroyum, gevst nú við virksemi sÃnum. Hetta hevur nevndin à felagnum tikið avgerð um. Seinastu tÃðina hevur felagið arbeitt við at útvega nýggjan kapital fyri at kunna halda fram við flúgvingini. Royndirnar at útvega neyðuga kapitalin hava ikki hepnast, og tà er ikki fÃggjarligt grundarlag fyri at at halda fram við virkseminum. Avgerðin hjá nevndini ber Ãvið sær, at felagið fer à gjaldsteðg mánadagin 18. desember. Hetta gevur felagnum neyðuga friðin til at avviklað felagið á skipaðan hátt til fyrimuns fyri allar partar. Miðað verður fram Ãmóti, at veitarar fáa sÃn ágóða dekkaðan. Arbeitt verður nú við at fáa alla størri skyldur, so sum leasing og viðlÃkahaldsavtalur, avgreiddar og avviklaðar við minst møguligum tapi fyri allar partar. Starvsfólkini à FaroeJet hava à morgun fingið boðini um støðuna og avgerðina hjá nevndini. Eisini hava tey fingið neyðuga kunning um, hvussu teirra starvsviðurskifti verða frameftir. Nevnd og stjórn harmast um avgerðina, sum er tikin, men fÃggjarligi veruleikin gevur ikki felagnum aðrar møguleikar. FaroeJet hevur eina røð av sera dugnaligum starvsfólkum, og leiðslan takkar teimum fyri tað góða arbeiðið, tey øll hava gjørt fyri felagið. FaroeJet varð stovnað 20. desember 2005, og eftir eitt ár à vinnu er greitt, at peningurin à felagnum er brúktur. Tað er beinleiðis orsøkin til, at felagið er farið à gjaldssteðg. Felagið hevur áður vÃst á, at tann órÃmiliga kappingarstøðan á føroyska loftferðsluøkinum hevur kostað felagnum nógvan pening og nú at enda eisini tilverugrundarlagið. Avtala er gjørd við Atlantic Airways um flutning av ferðafólkum, sum hava keypt ferðaseðil við FaroeJet. BlÃðar heilsanir
Knút Lutzen Jóhann E. Simonsen Nevndarformaður stjóri
|