"Finanstilsynet" hevur framskundað eina eftirhygging av Eik Banka og hevur nú sett sum nýtt krav at Eik Banki skal gera nógv fleiri niðurskrivingar á fastari ogn og hetta førir við sær at Eik Banki má hava meira eginkapital. Ein hin fyrsta avleiðingin var at kursurin hjá Eik Banki fall úr 64,5 og niður á kurs 30.
TF Holding, eigarnir av Tryggingarfelagnum Føroyar, vilja seta 400 milliónir í at bjarga bankanum. Væntandi verður endaliga bjargingarupphæddin millum 400mió-1.2mia.
TF Holding vil seta pening í, men tað er tó treytað av at Eik Banki verður skildur at frá danska Eik Bank.
Øll bankaleiðslan er farin frá sum fyrsta avleiðing av kreppuni og nýggjur konstitueraður stjóri er Bogi Bendtsen, sum var fíggjarleiðari.
Innlán størri enn kr. 750.000,- vera framvegis trygg í Eik Banka eftir 30. september við ríkistrygd úr danska statskassanum, óansæð um tað eydnast Eik Banka at finna eina loysn á kreppuni.
Eik Banki hevur eina freist til hósdagin 30. september 2010 at koma við einari endaligari loysn.