Soleiðis atkvøddi tey í dag
Posted by fjallsbak on December 13 2006 10:55:53

Við býtinum 17 fyri, 13 ímóti og einari blankari atkvøðu, varð málið um broyting í paragraff 266B samtykt í aðru viðgerð

Tað vóru serliga tríggjar atkvøður, ið gjørdu munin í dag. Hetta tí, at frammanundan fundin í dag, varð gitt um, at atkvøðubýtið fór at verða sera javnt.
Páll á Reynatúgvu og Olav Enemoto eru tveir teirra, ið hava báðir broytt støðu í málinum, meðan Sverre Midjord atkvøddi blankt.

Extended News

Málið hevur elvt til mikið rok bæði her heima og úti í heimi, men enn skal málið koma fyri til triðju viðgerð. Her kann málið verða felt, men tað er ikki serliga sannlíkt og er tað sjáldan komið fyri áður, at málið, sum verða samtykt í aðru viðgerð fella við triðju viðgerð.
Tá úrslitið av atkvøðugreiðsluni í tinginum í dagvar greitt, var mikil rómur í salinum, sum var fullsettur av ungdómum, ið hava fylgt málinum gjølla.

http://www.logting.fo/logtingsmal/Logtingsmal06/Atkvgr/020.06%202.%20vg..tif

020.06-2.-vg..jpg