Poker er hasard!
Posted by Jogvanth on December 18 2007 13:16:23
Landsrætturin í Danmark hevur um middagleitið í dag tiki avgerð, at poker er hasard.

Í úrdrátti sínum sigur rætturin seg ikki gera mun á turnerings- og cash-spælið, tá tað snýr seg um poker. Teir meta bæði at verða rokna sum hasardspæl, og tí í beinleiðis stríð við danska lóggávu.



Extended News
Eystari landsrættur í Danmark hevur um middagleitið í dag tiki avgerð, at poker er hasard.

Í úrdrátti sínum sigur rætturin seg ikki gera mun á turnerings- og cash-spælið, tá tað snýr seg um poker. Teir meta bæði at verða rokna sum hasardspæl, og tí í beinleiðis stríð við danska lóggávu.

Dansk Pokerforbund, ið hevur ført hettar rættarmál, vegna fleiri pokersamtøk í Danmark, skýrur úrskurðin hjá Eystara Landsrætti at verða avgjørdur av politiskum áhugamálum, og ikki eftir sakligum grundgevingum, tá teir meta seg hava dúgliga prógva í rættinum, at turnerings-poker avgjørt hevur meira við hegni hjá tí einstaka spælaranum at gera og mestsum als ikki eydnu hins einstaka við kortunum í fella á borðið.

Teir umhugsa nú at kæra úrskurðin hjá Landsrættinum fyri Hægstarætt. Teir meta henda úrskurð gera umleið 500.000 danir til lógarbrótarar, av tí at hesir reglugliga spæla poker ymsastaðni kring landið. Samstundis meta teir tær núverandi donsku lógirnar viðvíkjandi spæli og hasard at verða avoldaðar, og mæla tí til at nútímansføra hesar lógir, so at øll, spælarar og landsmynduleikar, kunnu fáa sum mest burturúr hesum økið, bæði tá tað ræður um gjøgnumskygni og spæliloyvir og á fíggjarliga økinum.

Mong munnu nú bíða spent eftir, um Pokerforbundet fer at kæra hettar máli inn fyri Hægstarætti ella ikki.