| Forum Threads | |
| Random Photo | |
skúvoy
|
| |
| Member Poll | |
|
| Comments |
on November 10 2016 11:57:11
– Sambandsflokkurin hevur skriva undir eina avtalu, og tað standa vit við. Vit eru fullkomiliga skelkað av tíðindunum um, at Heðin hevur brotið avtaluna.
Vit vistu ikki betur enn, at tað, sum vit skrivliga avtalaðu í nátt, var galdandi, segði Høgni Mikkelsen, morgunin eftir kommunuvalið.
Heðin Mortensen helt seg ikki hava gjørt nakað skeivt.
– Avtalan, sum varð gjørd í nátt, var bert ein fyribilsavtala. Vit høvdu hvørki gjørt avtalu um borgarstjóra, samgonguskjal og nevndarsessir, og eg var als ikki nøgdur við útspælið hjá Fólkaflokkinum, og tí valdi eg at royna aðrar leiðir, segði Heðin Mortensen.
Stríðið gjørdist so hart, at Heðin Mortensen rýmdi úr Sambandsflokkinum og meldaði seg upp í Javnaðarflokkin, og hann skal tí næstu fýra árini verða borgarstjóri í Havn sum Javnaðarmaður.
|
on November 10 2016 12:06:41
Frá Jan Christiansen um hvat hendi tá:
|
on November 10 2016 12:50:32
Segði at Heðin ikki hevði skrivað undir men bara Beata, men tað passar ikki. Öll skrivaði sjálvandi undir og Heðin. So stöðan var einki annarleiðis |
on November 10 2016 14:15:53
Lítil rætting til Norlander:
"Heðin (sum ikki var fyrstvaldur á listanum eingongd)"
Á valinum í 2004 fekk Jógvan Arge (E) 690 atkvøður, Heðin (B) 667 og Jan Christiansen (A) 565. Heðin hevði meiri enn tvífalt so nógvar atkvøður, sum Høgni Mikkelsen á lista B og meiri enn 1/3 av atkvøðunum hjá listanum.
So man kann siga, at tað var eitt sindur løgið, at Heðin bara var biðin um at góðtaka avgerðirnar og tilmælini hjá Høgna og Beate - tí hann var stóri atkvøðuslúkurin hjá teimum og hevði fleiri atkvøður enn tey tilsamans (ávikavist 294 og 207
Býtið tá var, at listi A og E høvdu 4 umboð, B hevði 3 og C hevði 2.
Har vóru bara fáar atkvøður á muni ímillum B og C, so um Heðin ikki hevði havt eitt so gott val, so var Beate ikki eingong komin inn.
Um vit hyggja at valinum í 2000, so hevði Heðin tá eisini nógv flestar atkvøður við 630 (meiri enn 100 fleiri enn Leivur Hansen á øðrum plássi). Tí var tað skilligt, at Heðin var irriteraður um at vera forbígingin aftur í 2004.
Eg haldi tó allíkavæl, at hatta var skitið í 2004 - eins og tað er skitið í 2016 og var skitið, tá Leivur Hansen gjørdist borgarstjóri og tá Jan Christiansen gjørdist borgarstjóri.
Eg haldi tað tó eisini verða skitið av Heðin i 2016 at siga seg ætla at tosa við lista E og F - og so bara lata tey bíða uttan at koma á fund. |
on November 10 2016 15:13:58
Kanska vit skuldi skift skipan. At maðurin sum fekk meira stemmur enn allir hinir valgdu tilsamans (haldi eg?) ikki kemur at hava stórvegis ávirkan á kommunalpolitikkin, er undarligt. Kanska tað hevði verið betur at valgt borgarstjóran beinleiðis, sum teir gera í USA. |
on November 10 2016 15:47:17
bara maðurin sum fær mest hvat meinar tú annars við, hann kann iki hava fingið meir enn öll hini, meirilutin skipar samgongu |
on November 10 2016 15:57:43
@Grizlas
Atkvøður til Heðin: 2507
Atkvøður til hini 12 valevnini, ið komu inn: 4150
Atkvøður til tey 7, ið hava skipað samgongu: 2601
So ja, Heðin fekk nærum eins nógvar persónligar atkvøður, sum øll samgonguumboðini tilsamans.
Men til hatta roknistykkið hoyrir eisini, at 9643 so ikki hava valgt Heðin. Hann fekk "einans" 20,63 % av atlvøðunum. |
on November 10 2016 16:11:26
Atkvøðubýtið á býráðsvalinum 2016
1. Heðin Mortensen (C) 2.507
2. Gunnvør Balle (E) 513
3. Tróndur Sigurðsson (C) 676
4. Marin Katrina Frýdal (E) 465
5. Annika Olsen (A) 332
6. Bjørghild Djurhuus (C) 217
7. Annfinn Brekkstein (B) 366
8. Helena Dam á Neystabø (C) 146
9. Jákup Dam (E) 416
10. Bergunn Kass (F) 187
11. Halla Samuelsen (C) 144
12. Turið Horn (E) 385
13. Bogi Andreasen (A) 303
Frá in.fo:
Meðan Heðin Mortensen fekk 2507 atkvøður í gjár, fingu tey sjey samgongufólkini í Fólkaflokkinum, Framsókn og Tjóðveldi 2601 atkvøður. Teir tríggir samgonguflokkarnir hava 6124 atkvøður til samans, meðan hinir báðir flokkarnir fingu 5976 atkvøður til saman.
Tey seks valdu fyri Javnaðarflokkin fingu til samans 4056 atkvøður, also smáár 1500 atkvøður fleiri enn tey sjey, sum nú eru í meirilutanum í Havn.
Leggja vit tó tølini saman, so fingu teir tríggir samgonguflokkarnir til samans – við øllum valevnunum – 6124 atkvøður, meðan hinir báðir fingu 5976.
Tey sjey umboðini hjá meirilutanum hava tilsamans 2601 atkvøður.
Heðin sjálvur hevur 2507, tey seks tilsamans 4056.
Teir tríggir samgonguflokkarnir hava 6124 atkvøður, hinir báðir 5976.
|
on November 10 2016 16:13:55
Og tað er nokso Kristin Michelsensligt av Heðin at hótta við at slíta løgtings samgonguna. |
on November 10 2016 16:21:56
@Laluu: Javnaðarflokkurin fekk (Heðin + hini valevnini + listin) 4.767 atkvøður; hesar vóru allar atkvøður fyri at Heðin skudli halda áfram sum borgarstjóri. |
on November 10 2016 16:27:59
@Vuzman
Eg viðmerkti hendan setningin hjá Grizlas:
maðurin sum fekk meira stemmur enn allir hinir valgdu tilsamans
Eg segði onki um motivir, men kom bara við nøkrum tølum, ið kanska vóru áhugaverd.
Hesar vóru allar atkvøður fyri at Heðin skudli halda áfram sum borgarstjóri.
Fyri 4 árum síðani valdi eg eitt umboð á Javnaðarlistanum. Eg vildi ikki velja Heðin, tí eg helt, at hann var við at gerðast størri enn gott var.
T.v.s. at eg valdi Javnaðarlistan, hóast eg ikki ynskti Heðin sum borgarstjóra.
Tín niðurstøða er tí ikki 100% røtt. |
on November 10 2016 16:30:10
OKJones on November 10 2016 17:13:55
Og tað er nokso Kristin Michelsensligt av Heðin at hótta við at slíta løgtings samgonguna.
Onkur burdi call his bluff, eingin tjansur hann vil geva Anniku og Fólkaflokkinum eina gávu avtrat. |
on November 10 2016 16:35:23
Norlander on November 10 2016 16:30:10
Onkur burdi call his bluff, eingin tjansur hann vil geva Anniku og Fólkaflokkinum eina gávu avtrat.
Eg rokni bara ikki við at hann bluffar, eg rokni við at Heðin og Kristin líkjast meira enn man væntar. |
on November 10 2016 16:49:35
Trúpuleikin hjá Heðin er at hann bara endar við at geva Fólkaflokkinum enn meira um hann slítur samgonguna, og tað vil hann absolut ikki - Kristin Michelsen hevur ikki tann trúpuleikan.
Hansara einasta vón er Framsøkn og Poul Michelsen, men haldi ikki teir eru so væl. Heðin var í býráðinum øll 12 árini Poul Michelsen var borgmeistari, og har var okkurt rumbul.
Tjóðveldi í Havn heldur at Heðin er ein despotur, og hann hevur reyvrent tey so miki ofta at har verður einki samstarv, uttanso tey kunnu skriva onkra kontrakt sum sendur hann í gegli tá hann brýtur hana - tí hann hevur broti rættuliga nógvar avtalur við Tjóðveldi í Havn gjøgnum árini, og haft ein "shit happens" attitude til tað.
So er tað Bogi Andreassen, hann var einaferð við Tjóðveldi, men helt við Heðin tá Tjóðveldi hevði internar trupuleikar (ein av teimum mongu avtalubrotinum millum Tjóðveldi og Heðin), men so bleiv hann eisini offur fyri Heðin, okkurt við Perluni at gera, og hann fór í anstødu, og hevur nú tvey val veri Fólkafloksmaður, so hann kann nokk ikki keypast, og Annika hon stendur til at vinna alt, so hon er ikki at forhandla við. |
on November 10 2016 18:36:04
ja, tað sær ikki út sum har er nøkur vón hjá Heðin. Men eri spentur uppá hvat fyri avleiðingar hettar fær fyri samgonguna, sum bara telur upp í 17. Um so er, at Heðin ikki kann samstarva við Tjóðveldisflokkin yvirhøvur nú, so kanska hann sigur fuck it.
Kemur tað so langt, má man siga, at Annika Olsen (ella hvør enn hálar í tráðirnar har) er tann heilt stóra mastermindin, sum stendur eftir sum vinnari. |
on November 10 2016 18:54:54
@Laluu: Tú visti at Heðin var ovast á listanum, og at flokkurin fór at peika á hann sum borgarstjóra, so tú visti at ein atkvøða á flokkin fór at hjálpa honum.
Annars heppi eg uppá Neymar tí eg vil ikki hava at Messi vinnur... |
on November 10 2016 19:01:40
Haldi ikki har er nakar mastermind aftanfyri nakrastaðni. Annika vil bara vera drotning, og hini sóu ein møguleika at "stick it to the man", og hava sikkurt fnisað í kátsemi tá tey skrivaðu undir avtaluna. Pínliga smáborgaraligt, heldur enn nakað sum minnir um ein mastermind.
Ongin teirra hugsaði um veljaran. |
on November 10 2016 23:26:34
Vuzman on November 10 2016 20:01:40
Annika vil bara vera drotning, og hini sóu ein møguleika at "stick it to the man", og hava sikkurt fnisað í kátsemi tá tey skrivaðu undir avtaluna. Pínliga smáborgaraligt, heldur enn nakað sum minnir um ein mastermind.
Ongin teirra hugsaði um veljaran.
Nú møsnar tú. Flokkarnir ið gera samgongu fingi 6124 atkvøður, teir ið eru uttanfyri fingi 5976, og sum Kári P syngur: Meirilutin ræður.
Tjóðveldi hevur haft ein sera offentligan holdning um never-Heðin, og eingin í stemmar upp á Lista E kann vera yvirraskaður um tað. Fólkaflokkurin hevur koyrt eina dulda kampagnu út til hvørt hús (tó eg haldi info-portalurin rakti rætt viðvíkandi hvør hevði skriva) um at Heðin (og Helena) vóru nøkur oysl, og best var at blaka tey á út, so har var heldir eingin veljari í forvantaði at tey ætlaðu at kasta saman við Heðin.
Einastu veljarnir í kunnu hava eina sak um at vera "snytt" er Framsøkn, og eg veit ikki hvat the long game hjá Kass og Michelsen er. |
on November 10 2016 23:32:55
OKJones on November 10 2016 17:35:23
Eg rokni bara ikki við at hann bluffar, eg rokni við at Heðin og Kristin líkjast meira enn man væntar.
Teir líkjast sera nógv. Báðir syrdi fyri at Sonja mátti fara út úr Javnaðarflokkinum aftaná síðsta løgtingsvæl, tí tærra (pá)trygv ikki loyvdi samkyndum hjúnarbandi. Hon fekk nógv fleiri stemmur enn teir báðir, men har var sku eingin í tosaði um at teir burdi bakka av tí grund, og út fór hon, og teir kundi pussa gloriuna. |
on November 11 2016 13:11:14
Sitandi samgonga fekk 7632 atkvøður, næstan tveir triðingar, Heðin fekk persónliga 2507 av teimum. Haldi ikki tað er heilt við síðuna av at siga at tað er ein álitisváttan til sitandi samongu og borgarstjóra, og eitt rættiliga klárt ynski um at samgongan, og serliga Heðin, skuldi hildið áfram.
At siga at komandi samgonga við Anniku Olsen sum borgarstjóra er at hugsa um vejlaran er nakað møsn. |
on November 11 2016 13:33:33
@Vuzman
Samdur, men eftirsum at skipanin er sum hon er, er tað hvørjum frítt at fortolka støðuna sum tað passar teimum best. Tá samanum kemur, so velja vit ikki borgarstjóran.
Dugi illa at meta um í hvønn mun hetta - eftir mínum tykki ódemokratiska úrsliti er nakað sum man bara skal góðtaka sum ein sjálvsaman men neyðugan avleiðing av einari annars fínari skipan, ella um har sum heild er ein meira demokratiskur máti at gera tingini uppá. |
on November 14 2016 09:10:11
Sjúrður Skaale helt talu niðri á Vaglinum sum kann lesast her:
http://www.lesarin.fo/ta%2Bannika%2Bfall%2Bfyri%2Bmaktarinnar%2Bfreisting.html
Eg festi meg mest við hansara upskot til broyting av skipanini:
Fyri tað fyrsta áttu vit at fingið eina skipan, har veljarin hevði størri ávirkan á, hvør skal verða borgarstjóri. Hann er jú fremsta umboðið fyri kommununa. Hann hevur nógv tað mesta valdið. Hann er okkara andlit út eftir. Sjálvandi skal borgarin sleppa at velja hetta andlit sjálvur.
Vit kundu havt beinleiðis borgarstjóraval. Ella vit kundu sagt, at størsti flokkur í meirilutanum altíð eigur borgarstjóran. Ella vit kundu eisini styrkt demokratiska eftirlitið við at givið býráðnum heimild at koppa borgarstjóranum mitt í valskeiðnum, so hann ikki fært so nógv vald.
Hvat halda menn um at meirilutin í samgonguni eigur borgarstjóran? Kundi verið ein skilagóð broyting, ella? |
on November 14 2016 09:44:01
Mær dàmar væl at meirilutin eigur borgarstjòran, sjàlvt um eg ikki haldi hann/hon altîð eru best skikkað. Men um Heðin nú sat sum borgarstjóri og samgongan endaði við tí hon nú endaði við, skal hann so vera andlitið fyri politikkin hjá hesari samgonguni? Veit tey hava skipanir aðrastaðnis har borgarstjóri verður valdur og býráð fyri seg, men haldi tað kann blíva til mótsetningar og gera politikkin meira forvirraðan enn neyðugt.
Haldi eisini man skal kunna koppað borgarstjóran, hygg hvat hendi í Fuglafirði, har endaði borgarstjórin sum ein kransafigurur og í andstöðu. Ein borgarstjóri, ið faktiskt einki hevði at siga, uttan at vera andlit úteftir og stuðlaði ikki eingongd politikkinum, ið var fördur |
on November 14 2016 10:43:16
Men um Heðin nú sat sum borgarstjóri og samgongan endaði við tí hon nú endaði við, skal hann so vera andlitið fyri politikkin hjá hesari samgonguni?
Um Heðin ikki megnar at skipa eina samgongu sum hann kann standa inn fyri, so má hann leggja borgarstórasessin frá sær, og so fær tann við næst flestu stemmum ein møguleika. |
on November 14 2016 10:58:54
Her tosaði eg um at velja borgarstjóran direkta inn, og býráðið fyri seg |
on November 14 2016 11:12:31
Haldi sjúrður meinar við stórsti flokkur í skipaðari samgongu skal fáa borgarstjórasessin - tjóðveldi í hesum førði |
on November 14 2016 11:50:13
Hann skrivar beinleiðis val ella störstu flokkur fær hann Í samgongu. |
on November 14 2016 11:56:50
Stórsti flokkur í meirilutanum - tað lesi eg sum hann meinar í einari samgongu |
on November 14 2016 12:13:01
Ja, eg viðmerkit direkta val. Tá nytist flokkurin hjá borgarstjóranum ikki at vera í samgongu.
Og eg lesi "vit kundu havt beinleiðis val av borgarstjóra" sum "vit kundu havt beinleiðis val av borgarstjóra". |
on November 14 2016 12:34:55
Ja OK, haldi ikki at beinleiðis val hevði rigga hjá okkum. Tað hevði nokk enda við kransakakufigurum, sum tú sigur.
Men at stórsti flokkurin í meirilutanum í eini samgongu eigur borgarstjóran, hvat heldur tú um tað? |
on November 14 2016 12:57:20
a OK, haldi ikki at beinleiðis val hevði rigga hjá okkum. Tað hevði nokk enda við kransakakufigurum, sum tú sigur.
Men at stórsti flokkurin í meirilutanum í eini samgongu eigur borgarstjóran, hvat heldur tú um tað?
Kann tað ikki hugsast, at man so situr við einum uppløgdum borgarstjóra kandidati í einum minni flokki, og tískil verður noyddur at velja ein vindeygaslikkara til borgarstjóra úr størsta flokkinum? |
on November 14 2016 12:59:21
Tað ljóðar heilt ok, men haldi ikki vit skulu gera sovorðnar lógir. Hvat nú um liste E fekk 4 mans og listi A 3, men nr 1 á lista A 2000 stemmur og eingin á lista E meir enn 700. Tá haldi eg vit hava næstan sama trupuleika, uttan so at störsti flokkur skal hava borgarstjóran. Ella um 2 flokkar fáa líka nógvir, hvat so? Tann eini hevur ein stemmuslúkara og hin "nògv fleiri stemmur"
Sum oftast er tað tann, ið er störst, ið fær borgarstjóran. Nýtast ikki at lóggeva tað. Og tað er eisini heilt OK at fáa ein borgarstjóra, ið ikki er úr största flokkinum í meirilutanum. Ein vælegnaður borgarstjóra kann koma úr einum minni flokki, hygg bara eftir okkara fyrrverandi/verandi borgarstjóra |
on November 14 2016 15:46:49
Tað er púra rætt, at um borgarsjtórin SKAL finnast í stórsta flokkinum í meirilutanum, so er tað ein avmarking. Eisini er rætt, at um ein minnilutaflokkur hevur ein "stemmuslúkara" so sleppur hesin ikki at vera borgarstjóri.
Tó haldi eg, at støðan sum nú er íkomin (Annika Olsen er blivin borgarstjóri við 300 stemmum og 13,6% av samlaðu atkvøunum) Er eitt stórri demokratiskt problem enn tey tit nevna. |
on November 14 2016 16:32:11
Tað haldi eg ikki. Tí borgarstjórin styrir ikki meir enn samgongan (er tó andlit úteftir). Eg hyggi eftir meirilutanum, politikkinum og hvat tey ætla at fremja. Eg so at sigi skíti á hvör situr sum borgarstjóri. Bara hann tímir at möta upp at klippa snórar og dugir fólkaskikk so eri eg glaður.
Men tey flestu halda nokk at vit velja borgarstjóra og hann hevur ALT at siga.
Hon situr í meiriluta, havnaborgarir flestir vilja hava hasi at stýra. So deila tey sessir og Annika fekk borgarstjórasessin við einum meiriluta. Er tað ikki gott demokrati. Um Heðin fekk 40%, gevur tað honum ikki rætt til nakað sum helst meir enn Annika, uttan við einum meiriluta. Tá er tað stadigt 60%, ið kanska ikki vilja hava Heðin. Borgarstjórasessurin er bara ein sessur í meirilutanum |
on November 14 2016 21:46:58
@Spiff
Eg veit eg ikki so nógv um at vera borgarstjóri, men havi googla kommunustyrisskianina hjá Tórshavnar kommunu, og har stendur soleiðis um borgarstjóran:
1. petti. Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini. Hetta er
lýst í kapittul 4 í kommunustýrislógini, og eru uppgávur hansara m.a. hesar:
1. hevur dagliga leiðslu av kommunalu fyrisitingini,
2. býtir málini út til tær ymisku nevndirnar,
3. tekur sær av málum, sum ikki fara í nakra nevnd,
4. gevur fundarboð,
5. fyrireikar býráðsfundir,
6. kunnar býráðslimir um, hvørji mál koma fyri á fundum,
7. leggur mál og málsupplýsingar fram við einum hóskandi tíðarskeiði, so at
býráðslimir kunnu gera sær sína egnu meting um málið,
8. boðar frá, hvørji mál eru beind í nevnd síðani síðsta fund,
9. ansar eftir, at mál, ið krevja býráðsviðgerð, fáa tílíka viðgerð, og at neyðug
ummæli verða fingin,
10. sær til, at málini verða avgreidd og um neyðugt gera fyriskipan um hetta,
11. tekur avgerðir í málum, ið ikki tola at bíða ella har eingin orsøk er til iva,
12. ansar eftir, at farið verður fram eftir samtyktum býráðsins,
13. ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan og
14. saman við einum persóni, sum býráðið hevur heimilað til tess, undirskrivar skjøl,
ið binda kommununa.
...
1. petti. Í fíggjarnevndini situr borgarstjórin, ið er nevndarformaður, og 4 aðrir
býráðslimir.
Út frá hasum lesnaðinum, so virkar tað fyri mær sum at ein Borgarstjóri hevur rættiliga nógv vald:
1. Hann sleppur at taka avgerðir sjálvur í ein vissan mun - veit ikki heilt hvat liggur í hesum, men kundi ímynda mær at hetta kann brúkast til at koyra ting ígjøgnum, um til ber at diskutera hvat er "vigtigt", og "ikki kann bíða"
2. Hann leggur nevndararbeiðið til rættis og skipar fundirnar. Hetta má geva honum ein vissan fyrimun tá mál skulu samtykkjast.
3. Hann er formaður í fíggjarnevndini. Sum ein út av 4 her, so hevur hann ein lutfallsliga betri møguleika fyri at ávirka fíggjarmál, og hesin posturin gevur honum allarhelst eisini eitt størri innlit í komunal viðurskifti enn aðrir býráðslimir.
4. Hann er andlitið úteftir.
Borgarstjórin situr á teimum týdningarmiklu postunun. Eg eri nokso sikkur uppá, at hettar gevur honum meira gravitas enn ein vanligur býráðslimur. |
on November 14 2016 22:24:55
Hattar hevur hann/hon 2 sekreterar til
Haldi ALLIR okkara síðsti borgarstjórar síðani 1982 hava fingið meira stemmur árini eftir (havi ikki tjekka).
Tað er nokk ikki tí teir eru so ÖÐILIGA góðir til alt hattar, men tað kemur ann uppá tíð teir ofra og vísa seg, og hvussu væl tað gongur hjá býráðnum. So tað sær út sum at systemi er perfekt, tí allir/hon hava klára seg gott, og eru blivnir snyttir/koppaðir eftir væl av ikki största flokki ella tann við flest stemmum.
Tú spurdi og eg haldi systemi er gott, og eg vil ikki tað skal broytast |
on November 14 2016 22:30:51
Ja, Borgarstjórin fær í øllum førðum exposure
Men fair enough. |
|
|
| Post Comment |
Please Login to Post a Comment.
|
|
|
| Login | |
Forgotten your password? Request a new one here.
|
| |
| Last Seen Users | |
| Obituaries | |
You must login to post a message.
|
| |
|