September 21 2024 12:37:10
News Photos Forum Search Contact History Linkbox Calendar
 
Forum Threads
Newest Threads
AI discussion
Starship orbital lau...
Covers that Rock
The Tech billionaire...
Covers that never sh...
Besti ella størsti ...
Good music that peop...
UFO incidents
Great live performances
Guitar playing on Yo...
Linkbox
Newest Links
Another reason Rings... (0)
Meet Your Second Wife (1)
Why this neurosurgeo... (0)
Helm's Deep not a su... (0)
The Rings Of Power S... (0)
The Starliner spacec... (0)
"Interpolating" songs.. (0)
Richard Dawkins face... (1)
The Deadliest City o... (0)
74 year old sit down... (0)
Random Photo


CPH Party

Member Poll
Should I watch "The Rings of Power"?

Yes

No

LOL

You must login to vote.
Link
 CategoryLink
Rating
FollowupFøroyskar orðabøkur
7

Comments
Vuzman on February 24 2015 12:45:23
Tað er irriterandi besverligt at linka til einstøk orð. Nemmasti máti er at finna orðið, trýst á 'Deil'-linkið, deila til Facebook, høgraklikka á linkið og kopiera (sjálvandi ikki neyðugt at posta til Facebook). Idiotiskt.

Men her er so eitt link til 'Spurnakapping', og tað ber til at síggja bendingarsniðini við at trýsta á runda knappin høgrumegin: Spurnakapping
Roffen on February 24 2015 14:17:46
Kappgiting!
31 svar uppá 10 sekund... soleiðis fyristilli eg mær "kappgiting" smiley
Roffen on February 24 2015 14:27:04
Fartelefon [fær...] og Farstøðin [far...]
Eg fekk at vita at grundin at farstøðin úttalast við "a" er tí at tað eru 3 samansitandi hjáljóð á rað, og tí fær "a" úttalilsi(stutta?).

Ringt at forklára uttan at siga orðini! Og tá man ikki brúkar føroyskt serliga nógv longur.

Men hetta skuldi verið generelt fyri føroyska málið (sikkurt eisini við undantøum?).
Vuzman on February 24 2015 15:24:51
Farseðil, farsótt, farloyvi, farleið, farvatn, og farvæl úttalast øll við 'a' og ikki 'æ'. Orðabókin úttalar enntá fartelda við 'a' (farstelda smiley). Tað er bara fartelefon sum verður úttalað við 'æ'...
Torellion on February 24 2015 15:44:45
Eg haldi tað er málsliga skeivt at siga 'færtelefon'. Nakað at gera við stutt samansett orð. Eg sigi vanliga 'fartelefon' sjálvur.
Vuzman on February 24 2015 16:17:37
So, farstelefon?
OKJones on February 24 2015 16:21:31
Eg seti stórt 'spurnartekin' við orðið 'spurnakapping'. 'Spurningakapping' smiley
Torellion on February 24 2015 16:35:09
Eg haldi eisini at eitt ávíst ævintýr eigur at úttalast 'Snjøkkvíta', men tað er eitt evni til ein annan dag smiley
Vuzman on February 24 2015 16:53:52
@OKJones: Meinti tú 'spurnartekn' ella 'spursmálstekn'? 'Spurnartekin' finst ikki í bókini smiley
Vuzman on February 24 2015 17:05:00
@Torellion: Sigur tú eisini 'akkfar', 'tillhald, 'takkvindeyga', 'kollevni', og 'tollsemi'? Og hvat við 'ferrðkanning' og 'morrðroynd'? smiley
Spiff on February 24 2015 21:47:08
Man sigur far(s)telefon, far(s)telda og fær(s)t tù tær meir. Ringt at siga tad uttan s r(s)t
OKJones on February 25 2015 00:21:41
Tað var sum fanans, havi annars bara hoyrt 'spurnartekin' í talu, haldi at 'spurnartekn' ljóðar skeivt. Á móðurmál, eg gevi upp.
Roffen on February 25 2015 07:49:33
Vuzman, takk fyri, so fari eg at gevast við at pábedutta hatta til fólk smiley

Alt hetta vísir bara, at Føroyskt er eitt ungt mál, sum ikki hevur funnið sína leið enn (also, um man skal hella til danskt ella íslendskt!)
Vuzman on February 25 2015 11:07:45

Frá Málráðnum / Mangan spurt:

Hví siga eitt nú fjølmiðlafólk ofta fars-telefon, fars-seðil og fars-støð í staðin fyri far-telefon, far-seðil og far-støð? – Hví so ikki siga fars-leið, fars-vegur og fars-væl heldur enn far-leið, far-vegur og far-væl?

Í føroyskum verður r avraddað framman fyri óraddað hjáljóð. Tí ljóðar r'ið ymiskt í eitt nú vermóðir og verfaðir – tað fyrra raddað, tí m'ið í -móðir er raddað, og tað seinna óraddað, tí f'ið í -faðir er óraddað. Og rs verður framborið sum óraddað r. Tí hoyra vit ikki mun millum tú gert (av gera) og tú gerst (av gerast), t.d. Hvat gert tú? og Tað gerst ikki við. Og heldur ikki millum fartelefon og farstelefon. Tað er í grundini avraddingin av r'inum, sum ger, um vit hoyra hjáljóðið aftaná sum raddað ella óraddað, t.d. sum t heldur enn d, sum k heldur enn g o.s.fr. Siga vit r'ið raddað í gjørt í t.d. Tað er gjørt, ljóðar tað sum gjørd, og siga vit r'ið raddað í navninum Bjørk, ljóðar tað sum Bjørg. Í talu er munurin millum Bjørk og Bjørg, at r'ið verður framborið ymiskt – í Bjørk óraddað og í Bjørg raddað; k'ið og g'ið verða harafturímóti framborin eins.

Í farleið, farvegur og farvæl er r'ið raddað, tí l'ið í -leið og v'ið í -vegur og -væl eru raddað. Tí fellur r'ið í teimum orðunum ikki saman við rs.


Source
Vuzman on February 25 2015 11:24:57

Annars eru tað ikki øll sum koyra hatta s'ið inn:



Source:
Variation and change in spoken Faroese:
the Nordic Dialect Corpus and sociolinguistics
,
Remco Knooihuizen, Rijksuniversiteit Groningen

Roffen on February 26 2015 07:56:07
wow... eg skilti onki av hasum 'raddað'-tinginum smiley Bara at eg kanska ikki hevði heilt skeivt við fartelefon og farstøð? (burturfrá argumentunum, also!)
Vuzman on February 26 2015 09:47:29
'Raddað' er tað sum eitur 'voiced' á enskum. Tù hoyrir tað í muninum millum 'gjørt' og 'gjørd', og 'Bjørk' og 'Bjørg'.
https://en.wikipedia.org/wiki/Voice_(phonetics)
Roffen on February 26 2015 12:52:49
also, sum í úttalað?
hvat so við avraddað og óraddað?
Laluu on February 26 2015 13:23:09
Har eru nøkur sjálvljóð, har tú brúkar røddina til at fáa framburðin rætt (raddað), og nøkur, har tú ikki brúkar røddina (óraddað).

Raddað: v, g, m, n, b, d,
Óraddað: f, k, p, t,

T.d. verða f og v framborðin á sama hátt, men tú leggur røddina til fyri at fáa v. Sama við k og g ella p og b.

Nøkur ljóð kunnu framberðast bæði raddað og óraddað og við løttum ella tungum ljóði, t.d. l og r., men vit hugsa ikki so nógv um hetta á føroyskum.

Tað sum hendir, tá eitt óraddað sjálvljóð kemur aftaná r, so verður r avraddað, so r ljóðið verður styrkt og fær eitt ljóð, ið líkist rs ella rsh.
Vuzman on February 26 2015 13:32:05
Ja, tað er úttalan.

Tá tú sigur gjørd er r'ið raddað, og tá tú sigur gjørt er r'ið óraddað.

Tað sum hann roynir at siga, er at 'd' er eitt raddað hjáljóð, og 't' er eitt óraddað hjáljóð, og hetta ávirkar r'ið sum stendur frammanfyri. 'R' er vanliga eitt raddað hjáljóð, t.d. tá tað stendur einsamalt: gera, fór, rumpa, ella tá tað stendur frammanfyri einum raddaðum hjáljóði: gjørd, arbeið, ørvur, men blívur óraddað tá tað stendur frammanfyri einum óraddaðum hjáljóði: gjørt, harpa, turka.

Tað, at r'ið fer frá at vera raddað til at vera óraddað, kallast avradding.
Laluu on February 26 2015 14:24:10
Nemliga Vuzman.
Tú sigur tað enn greiðari.

Nú hava flestu dømini snúð seg um rt og rd og tílíkt.
Men har eru hópin av dømum.

Hugsið um, hvussu t.d. Garpur verður framborið mótvegis Veðurbardur.
Munurin er, at p er óraddað og d er raddað.

Eg hugsi, at l eisini kann avraddast eins og r - t.d. munurin á hald og halt og fjallgonga og fjalsstavur. Í fyrra orðinum er l týðiliga raddað.
Vuzman on February 26 2015 15:37:49
Men vi skal længere ind...

Samansett orð fylgja ikki hesum leistinum. Nøkur dømi um raddað r frammanfyri óraddað hjáljóð: áarføri, afturpartur, bróðurkærleiki, ártúsund.

So eru tað orð sum búrkroppur, har úttalan hjá nøkrum er raddað (búr-kroppur), og hjá øðrum óraddað (byrskroppur, við donskum y).

Tað sama hendur við fartelefon, har nøkur brúka ta vøkru úttaluna (færtelefon), og onnur brúka ta ljótu úttaluna (farstelefon).

Tað stuttliga er so at sambært JHW eru báðar úttalur skeivar, og tað eru sandingar sum hava fatur í tí langa endanum:



Kelda

Eg haldi tó tað er eyðsæð at tað ikki bert er hjáljóðið aftanfyri r'ið sum avger um r'ið er raddað, men úttalan av liðinum sum kemur frammanundan. Sum eg skilji JHW omanfyri, so skal sjálvljóðið í heum liðinum styttast um seinni liður byrjar við einum "treystum ljóði". Hetta tulkið eg at vera eitt óraddað hjáljóð. Hetta sær tó bert út til at vera satt um fyrri liðurin er tann einasti liðurin í fyrra orðinum í samansetta orðinum (sí míni dømi omanfyri, t.d. afturpartur). Tvs. nú eru vit komin aftur til Torellion'sa stuttu samansettu orð.

Sum eg skilji hetta, er tað rætt at siga Snjøkkvíta men ikki sjømmaður. Men so skal tað vera herrferð (ikki hersferð) og heermaður (ikki herrmaður).

Áhugavert kjak, men eg haldi hetta endar við konklusiónini at fólk hava ymsar úttalur, og tær eru ikki skeivar bara tí tær eru øðrvísi, og eg haldi JHW fer skeivur tá hann insisterar at har bara er ein røtt úttala.
Post Comment
Please Login to Post a Comment.
Login
Username

Password



Forgotten your password?
Request a new one here.
Last Seen Users
Norlander04:55:57
Grizlas14:18:16
Torellion14:31:13
OKJones 1 day
Vuzman 1 day
Boddin 1 day
Spiff 2 weeks
fjallsbak 3 weeks
Laluu 5 weeks
Anubis_fo 9 weeks
Obituaries
You must login to post a message.

Vuzman
26/08/2024 07:45
Try the google search box

Grizlas
24/08/2024 23:30
doubtful

OKJones
24/08/2024 22:08
does the search function even work?

Grizlas
24/12/2023 15:06
Gleðilig jól

Norlander
24/12/2023 10:09
Gleðilig jól!

Norlander
29/10/2023 19:16
:/

Grizlas
29/10/2023 11:35
RIP Matthew Perry.

Norlander
25/08/2023 19:22
That's not from the chess scene, it's Omar to Wee Bay, 2 mins into this clip: https://www.youtube.com/w
atch?v=LF0Xt6b525E


Vuzman
25/08/2023 18:11
That chess scene is forever seared into my memory...

Norlander
24/08/2023 20:03
You quoting the Wire, wow smiley