September 22 2024 19:27:08
News Photos Forum Search Contact History Linkbox Calendar
 
Forum Threads
Newest Threads
AI discussion
Starship orbital lau...
Covers that Rock
The Tech billionaire...
Covers that never sh...
Besti ella størsti ...
Good music that peop...
UFO incidents
Great live performances
Guitar playing on Yo...
Linkbox
Newest Links
Another reason Rings... (0)
Meet Your Second Wife (1)
Why this neurosurgeo... (0)
Helm's Deep not a su... (0)
The Rings Of Power S... (0)
The Starliner spacec... (0)
"Interpolating" songs.. (0)
Richard Dawkins face... (1)
The Deadliest City o... (0)
74 year old sit down... (0)
Random Photo
Trondur birthday4
Trondur birthday4
Vester's myndir

Member Poll
Should I watch "The Rings of Power"?

Yes

No

LOL

You must login to vote.
Link
 CategoryLink
Rating
FunOuch!!
8

Comments
Grizlas on April 19 2012 21:24:42
Ikki tann stórsti fólkaflokksmaðurin, men hesuferð eri eg á teirra síðu.

Eg haldi best hevði verið um vit ONGANTIÐ trúðu blint uppá ekpertar. Man kann vera noyddur til tað viðhvørt, men tað er ein last resort.
Tað eru argumentini sum skulu vera grundarlagið undir okkara avgerðum, og ikki titlar. Ert tú professari, so skuldi ikki verið nøkur forðing fyri, at tú kanst seta nøkur fornuftig argument upp sum undirbýggja tína støðu. Kannst tú ikki tað, hvar er tað so vert at vera professari?

eg orki ikki fyri argument from authroity
Norlander on April 19 2012 21:57:12
Eg má geva tær rætt Grizlas, men hattar var ein funny myndsmiley
Jogvanth on April 19 2012 22:45:41
Eg sigi tað sama sum Grizlas.

Reaktiónin var óvæntað, tí viðmerkingin var als ikki ætla sum ein grein, men sum ein viðmerking til eina grein.
Tí er hon ikki orða í umhugsni, men skriva skjótt og í ilsinni.
Ein óheppin orðing hevur síðani fest í hjá nógvum Tjóðveldisfólkum, men ongin teirra hevur sakliga argumentera móti innihaldinum í greinini, men einans um nationalistisku samanberingina við Tjóðveldi.
Sjálvt Høgni Hoydal hevði ongi argument, burtursæð frá "Eg eri søgufrøðingur so eg veit betri enn tú!"
Tá eg so gav honum keldur ið undirbygdu mítt argument um sosialistiska aspekti, var tøgn og einki aftursvar frá honum.

Tíanverri havi eg ótilvita fornerma nøkur ið eg kenni eisini, men eingin teirra lætst tó um seg verða, tá samanberingin var tilvita og var vend móti okkum.
Norlander on April 19 2012 23:00:19
Link greinina.
Torellion on April 19 2012 23:59:50
Lol Griz, Check your linksmiley
OKJones on April 20 2012 00:22:50
http://www.vagaportal.fo/pages/posts/--endiliga-eru-vit-blivin-fri-og-fraels-19107.php
Grizlas on April 20 2012 02:29:14
Áhugavert at Hoydal blankt vísir allari samanbering av nazismu og socialismu aftur. Havi akkurát sæð hendan dokumentarin: The Soviet Story
Kanska ikki tað mest faktuella, men ringt at ímynda sær at allur filmurin er rein fantasi. Góður filmur annars.
Norlander on April 20 2012 02:35:20
Well einki sum so gali vid hvat JT skrivar i hasum linkinum. Kanska skuldi hann ikki kalla Tjóðveldi fyri víðgongir national sosialistar, har er naka langt frá teimum til Hitler og Goebbels, og bara skriva "Tann einasti nationalistiski og sosialistiski flokkurin, ið er til í Føroyum, er nú einaferð Tjóðveldi."

Hvar er aftursvari frá HH?
Grizlas on April 20 2012 02:53:34
Hygg í comments - har er nógv gott at lesa smiley
Norlander on April 20 2012 02:55:33
Comments? Har er einki comments tá eg hyggi eftir vagaportal linkinum. Er tad FB comments tú meinar vid?
Grizlas on April 20 2012 03:03:12
Ja, tað er facebook sum er heft uppí undir greinini (hjá mær) har er fór nógv til at endurtaka alt men HH skrivar t.d. soleiðis:

"Mær dámar ikki, at fólk verða samanborin við nazistar og nazismuna. Tað er lítið virðiligt mótvegis teimum ræðuleikum og milliónum av týndum fólki, ið er blóðugi kjalarvørur hennara.
Hon er ræðuligasta skipanin, ið er sædd í nútímans søgu, og bygdi á rasistisku og ekstremt høgravendu myndina um "yvirmenniskjað". Altso at ávísar tjóðir, ávísar rasur og tey sterkastu og mest kynisku í samfelagnum, høvdu allan rættin at gera og fara við øðrum, sum tey vildu. Við øllum amboðum. Onnur vóru bert nassarar og óbrúkilig menniskju, sum tá saman um kom ikki høvdu rætt til at liva ella yvirliva.

Eri sjálvur útbúgvin í søgu og havi m.a. skrivað eina serritgerð um nazismuna og hennara ideologiska og búskaparliga grundarlag. T.e. hvørjar umstøður, hvørjir samfelagsbólkar og hvørjir politiskir flokkar stuðlaðu nazismuni ella tordu ikki at gera mótstøðu og fóru ístaðin at fylgja við og royna at fáa fyrimunir.

Allar tær stóru fyritøkurnar í Týsklandi, øll yv...irstættin sum átti mest, allir teir høgravendu flokkarnir og størsti partur av teimum, ið høvdu hægstu størv og sótu á ovastu rók í Týsklandi, gjørdust høvuðsstuðlarnir undir nazismuni. Tann sterkasti og tann ognarríkasti skuldi hava øll rættindi, og fjøldin skuldi stýrast av einvegis boðum frá sterkum leiðarum. At vera øðrvísi, at vilja hava fólkaræði og samhaldsfastar skipanir, vóru mett sum størstu fíggindar nazistanna.

Ekstrem kapitalisma, har nakrar fáir einstaklingar og størstu fyritøkurnar fingu allar fyrimunir - eisini umvegis politisku skipanina, var grundleggjandi lutur í nazismuni. Ja, hyggið bara eftir teimum fyritøkum, sum líka frá 30'unum og eisini undir og eftir 2. heimsbardaga, hava verið ríkastu og fingu flestu kontraktirnar og møguleikarnar í Týsklandi. Nógvar teirra framleiddu bæði vápnini, logistikkin, infrakervið og amboðini til fólkadráp nazistanna móti jødum, sigoynarum, brekaðum og kommunistum/sosialistum.

Tí havi eg hug at spyrja, um hetta, sum Jóan Pauli í Geil og Jógvan Thomsen (sum var valevni hjá fólkaflokkinum til seinasta val) skriva um nazismuna og hennara søguliga, hugsjónarliga grundarlag, er meint í álvara? Um so er, er standurin í føroyskum politikki sanniliga hareftir. Vóni ikki, at teir hava gingið í skúla í Føroyum, tí so hevur standurin í søguundirvísingini verið ein vanlukka.

Um teir ikki vita, at nazisman og fascisman eru ekstremur høgrapolitikkur, og byggir grundleggjandi á (mis)fatanina, at bert tey sterku og tey, sum hava ávisan uppruna, skulu hava vald, ávirkan og stýra øllum øðrum við øllum amboðum, so er álvarsligur vandi á ferð.
Og at taka heitið hjá Hitler á sínum flokki fyri góðar vørur, og brúka hansara egnu útleggingar sum prógv, er í roynd og veru rættiliga fantastiskt.

Eg meini so við: Kallaði Stalin ikki sovjettisku grundlógina ta mest demokratisku í heiminum? Og kundi nakar funnið uppá, at brúkt tað sum argument fyri, at Sovjett var demokratiskt og at tí er demokrati av tí ónda? Nei, máti skal vera við, hvat ein kann hoyra og lesa í 2012..."
Norlander on April 20 2012 03:03:25
Nú havi eg listi ígjøgnum comments á FB, og eisini comments til allar shares av hasari myndini, enn einki um hvat aftursvar JT hevur fingi, bara fólk sum flenna at myndini, og so tveir sum diskutera um HH er ein ópartiksur søgufrødingur ella ikki smiley
Norlander on April 20 2012 03:22:45
At tosa um nakrir fáir einstaklingar sum fáa fyrimund í Nazi tídini er eitt sindur undarligt.

I.G Farben, størsta felagi í Tysklandi tá, og størsta felagi í heiminum uttanfyri USA, var eitt conglomerate, sum arbeidi tætt saman vid Nazi stýrinum, t.d. gjørdu eitt dotturfelag tærra Zyklon B. So stór var tærra rolla undir WWII at har var hildin ein seperat Nuremberg rættarsak í móti teimum.

HH blandar eisini tvey ting saman, retorisk væl gjørt men ikki rætt.

Hann skrivar "Tann sterkasti og tann ognarríkasti skuldi hava øll rættindi, og fjøldin skuldi stýrast av einvegis boðum frá sterkum leiðarum. At vera øðrvísi, at vilja hava fólkaræði og samhaldsfastar skipanir" Tann fyrri parturin: "tann sterkasti og ognarríkasti" er ofta bundi saman vid gamal høgra sinna politik, medan "og fjøldin skuldi stýrast av einvegis boðum frá sterkum leiðarum" er bædi galdandi fyri fascisme, nazisme og kommunisme, og ikki nakar sermerkt fyri høgra politik sum soleis, men heldur um autoritet politik, og hvis hann heldur at tad er tad sama, so burdi hann stegga vid at kalla seg søgu og samfelagsfrødingur beinanvegin. Har er autoritet fokuseradi politisk rák bædi á høgra og vinstru sídunni.
Grizlas on April 20 2012 05:17:19
OK, hasin filmurin "The soviet story" er kanska ikki tann besta keldan i verðini smiley um nakar er áhugaður, so er góður og eftir mínum tykki definitivur kritkkur at finna her: PDF Obinbart er eitt av dokumentunum teir vísa til í filminum - ein pakt millum Gestapo og soviet - forfalska. Tað undirminerar líkasum allan filmin..
Laluu on April 20 2012 09:08:51
Eg má siga, at hóast eg ikki eri samdur í hvørjum orði, ið Jógvan segði í hasum lesarabrævinum, so er hann ikki av leið.
Greinin er forrestin her: http://www.vagaportal.fo/pages/posts/--endiliga-eru-vit-blivin-fri-og-fraels-19107.php

Kritikkurin, ið Høgni Hoydal kom við, var absolutt ikki í lagi. Tað tykist sum nógv av fólkunum, ið kritiseraðu og skrivaðu viðmerkingar høvdu ongan áhuga at fyrihalda seg til veruliga innihaldið, men løgdu eftir JT, tí hann er vorðin ein "fanebærer" ella talsmaður hjá høgravonginum.
Greinin hjá JT má og skal síggjast sum eitt aftursvar til Frank Davidsen, ið var sera ófantaliga orðað og skrivað. http://www.vagaportal.fo/pages/posts/borgarliga--paradissamfelagid--i-eygsjon-19103.php

Eg eri annars nokkso samdur í, at høvuðstrekkini í Nazismuni líkjast meira sosialismu enn høgrapolitikki - men sum JT og Jonhard Eliasen føra fram, so er hetta líkamikið, tá stýrishátturin er totaliterur. Tað man ikki vera nakar serligur munur á einum totaliterum stýri, ið byggir á høgra- ella vinstraideologi, tí sjálv stýringin/leiðslan gerst altumfatandi.

EDIT: typos
Vuzman on April 20 2012 14:57:38
1. Lat meg bara vísa á the Political Compass, sum vit so ofta hava tosað um:



Eg eri sikkur uppá at Stalin og Hitler vóru samdir um nógv, men teir vóru eisini ósamdir um nógv. Eg meini also ikki at nazistarnir vóru ímóti privatum ognarrætti; teir vóru ið hvussu er ikki grammir at nationalisera. Tað kann sjálvandi vera tað hevði broytt seg um tað endaði øðrvísi í 1945, men lat fara.

2. @JT: Tú byrjar greinina við "Hitler ...". Bad idea! Aftaná fyrsta orðið hugsi eg um Godwin, og tey flestu hugsa nakað tað sama. Eg veit hetta var aftursvar til FD, men hatta var óansæð ein býttur máti at byrja uppá. Tað næsta tú ger er at fortelja okkum at sosialistar eru nazistar og Tjóðveldi == NSDAP (eg bleiv forvirraður her, helt teir vóru kommunistar?!). Eg veit, eg veit, hatta var ikki akkurát tað tú segði, men come on, tú kundi argumenterað væl betri her.

3. @JT: Eg haldi tú skalt skrúva eitt sindur niður fyri tínum retorikki tá tað kemur til hvussu fantastiskt alt er blivið við nýggju samgonguni, og hvussu ónd andstøðan er, sum bara vil skatta og trælabinda fólk. Tú minnir meg um onkran...



4. @Griz, et al: Nei, sjálvandi skulu vit ikki trúgva blint uppá ekspertar, men vit skulu heldur ikki fara yvir í hina grøvina. Mín postur í Quotes var apropos hetta. Eg eri nokkso troyttur av tí typisku føroysku anti-intellektualismuni: "Ongin skal fortelja mær hvat eg kan fiska/hvussu nógv eg kann fiska/hvat eg kann eta/osfr ad nauseam. Serliga ikki ein sum bara hevur lisið bøkur og ongantíð pissa í saltan sjógv og aðrar ándssvakar klisjeir!".

5. Annars undri eg meg yvir pollin hjá vágaportalinum. Har er ein valmøguleiki, men allíkavæl hava bert 99% valt hann...!?
Grizlas on April 20 2012 15:47:52
RE: 4. Har skal nok ein millumvegur finnast. Tað snýr seg fyri tað mesta um, haldi eg, at fólk generelt skulu halda uppat við at trúgva uppá persónar - um teir so eru fiskimenn ella fiskifrøðingar - og heldur fakusera uppá hvat hesi fólkini reint faktiskt leggja fram av upplýsingum og argumentum. Vit hava øll ein heila sum fungerar nøkulunda eins. Tann meinigi maðurin er førður fyri at skilja nógv meri enn hann sjálvur heldur. Tað er lættari bara at leypa í intellektualismuna við at siga "jamen hann er søgufrøðingur so hann má vita tað" ella í anti-intellektualismuna og siga "hasir mennirnir hava ikki harða húð á fingrunum, hvat vita teir um hvussu tann veruliga verðin hongur saman..". Tað er lætt bara at lata onkran annan hugsa fyri seg - ella slettis ikki at hugsa.
Vuzman on April 20 2012 16:05:11
Eg eri sum so samdur. Men eg haldi faktisk fyrsta stig er at respektera lærdóm, og ásanna at sannlíkindini eru størri fyri at ein lærdur persónur hevur rætt á sínum øki enn ein ólærdur. Ein lærdur hevur hóast alt granskað øki, og burdi havt lært keldukritikk, videnskabeligu metoduna, og onnur tól til at finna sannleikan/veruleikan.

Hvis fólk ikki respektera lærdóm og tær prosessir sum eru ein partur av at fáa sær lærdóm, kunnu vit ikki vænta at hesi somu fólk fara at nýta hesar prosessirnar sjálvi.
Grizlas on April 20 2012 16:16:39
Lærdómur skal sjálvandi respekterast, eins og håndværk skulu respekterast, og tú hevur rætt; sjálvandi er tað eitt problem um man ikki hevur tey neyðugu amboðini við sær frá sínari skúlagongd. Tí haldi eg eisini at tað er umráðandi at fáa "critical thinking" inn í fólkaskúlan. Fyrr enn tú ert byrjaður at fyrihalda teg kritiskt til tað sum tú lærir, so er tað indoktrinering, og tí burdi næmingar lært seg critical thinking so skjótt sum teir eru klárir til tað.
Vuzman on April 20 2012 16:27:41
Púra samdur.
Jogvanth on April 20 2012 18:35:06
Eg eri samdur við tær, Vuzman. Hattar kundi verði nógv betri orða og gjøgnumhugsa, um tað var meint sum ein grein.
Problemi er, at hattar var ongantíð skriva sum ein grein.
Eg skrivaði hattar sum svar niðanfyri greinina hjá FD, og Ólavur á Vágaportalinum dámdi viðmerkingina so mikið væl, at hann legði hana út sum eina grein. Hann segði mær, at hann saknaði aftursvar til æviga retorikkin hjá nógvu vinstrafjepparunum, og mín viðmerking kundi gerast startskotið til at fleiri kanska fóru at skriva aðrar meiningar enn tær vit dagliga hoyra.
Um tú hyggur eftir viðmerkingunum til greinina hjá FD, so sær tú at hon stendur har í fullum líki.

Annars, punkt 1: Eg havi ongantíð skriva at Hitler var sosialistur, bert at NSDAP av uppruna var ein sosialistiskur flokkur. At hesir menn so valdu at snara flokkinum til teirra ræðuregimu er ein onnur søga, ið eg eisini bar fram fyri H. Hoydal.

Punkt 2: Aftur, hattar var ikki skrivað sum ein grein, men sum ein beinleiðis viðmerking til eina grein ið bar beinleiðis samanbering við Hitler. Ja, eg kundi byrja viðmerkingina betri, men eg plagi ikki at sita og sodna orðavalið um tað "bara" er ein viðmerking eg skrivið.

Punkt 3: Ja, tað kann eg gott. Tað er bara ómetaliga ringt ikki at søkka niður á tað støði, tá allir andstøðufjeppararnir ganga og rópa um allan tramans lort um okkum og eisini meg persónliga.

Punkt 4: Eg eri samdur við bæði tær og Grizlas. Vit eru bara endaði í tí støðu, at bert onkur hevur eitt pent prógv at hanga á veggin, so kann viðkomandi spilla og niðurgera ein og hvønn ið talar at, einans við argumentunum "Eg eri (Insert term here)-frøðingur, so tað veit eg betur enn tú!" Tað er blivi brúkt av búskaparfrøðingum, samfelagsfrøðingum, Cand. Polit'um, journalistum og nú eisini einum søgufrøðingi. Fáa tey góð og viðkomandi argumentir ímóti sær, so tíma tey als ikki at svara aftur ella leggja viðkomandi undir at verða fullkomiliga óvitandi og "tíma" tí ikki at svara aftur.

Tað eru fá ið tora og tíma at finnast at teirra retorikki, tí úrsliti er tað sama sum nú er hent mær. Ikki tí, eg leggi ikki so nógv í tað.
Stuðulin eg havi fingi frá fólki hesar farnu dagarnar hevur verði fantastiskur, hóast hørðu atfinningarnar frá nógvum.

Punkt 5: Tað er Vágaportalurin!
Vuzman on April 20 2012 20:10:08
Eg veit, eg veit, eg sá viðmerkingina hjá tær áðrenn eg sá greinina. Men um ikki annað, so hevur tú lært okkurt av hesum.

1 & 2. Eg veit, mítt poeng var bara at fólk lesa "Hitler ... sosialisma ... Tjóðveldi" og hugsa "WTF?"

3. Eg haldi bara tað er farligt sum politikari at virka sum um man ikki er 'in touch' við tann gemena veljaran

4. Jep, hevur man eina útbúgving kann hon brúkast sum kvalifisering til síni argumentir, ikki sum eitt argument í sær sjálvum
Post Comment
Please Login to Post a Comment.
Login
Username

Password



Forgotten your password?
Request a new one here.
Last Seen Users
OKJones00:16:15
Torellion17:45:04
Norlander 1 day
Grizlas 1 day
Vuzman 2 days
Boddin 2 days
Spiff 2 weeks
fjallsbak 3 weeks
Laluu 5 weeks
Anubis_fo 9 weeks
Obituaries
You must login to post a message.

Vuzman
26/08/2024 07:45
Try the google search box

Grizlas
24/08/2024 23:30
doubtful

OKJones
24/08/2024 22:08
does the search function even work?

Grizlas
24/12/2023 15:06
Gleðilig jól

Norlander
24/12/2023 10:09
Gleðilig jól!

Norlander
29/10/2023 19:16
:/

Grizlas
29/10/2023 11:35
RIP Matthew Perry.

Norlander
25/08/2023 19:22
That's not from the chess scene, it's Omar to Wee Bay, 2 mins into this clip: https://www.youtube.com/w
atch?v=LF0Xt6b525E


Vuzman
25/08/2023 18:11
That chess scene is forever seared into my memory...

Norlander
24/08/2023 20:03
You quoting the Wire, wow smiley