September 23 2024 03:23:58
News Photos Forum Search Contact History Linkbox Calendar
 
Forum Threads
Newest Threads
AI discussion
Starship orbital lau...
Covers that Rock
The Tech billionaire...
Covers that never sh...
Besti ella størsti ...
Good music that peop...
UFO incidents
Great live performances
Guitar playing on Yo...
Linkbox
Newest Links
Another reason Rings... (0)
Meet Your Second Wife (1)
Why this neurosurgeo... (0)
Helm's Deep not a su... (0)
The Rings Of Power S... (0)
The Starliner spacec... (0)
"Interpolating" songs.. (0)
Richard Dawkins face... (1)
The Deadliest City o... (0)
74 year old sit down... (0)
Random Photo
Keep on trucking I
Keep on trucking I
Føroyar03 by Norlander

Member Poll
Should I watch "The Rings of Power"?

Yes

No

LOL

You must login to vote.
Link
 CategoryLink
Rating
InterestApropos Valgreinar, so fangaði hendan mín áhuga
1

Comments
Laluu on October 12 2011 23:18:16
Ja. Eg havi lisið fleiri greinar hjá Hergeir.
Men onkuntíð er tað eitt sindur trupult at síggja, hvat hann vil.
Sumt av tí, sum hann sigur er fínasta slag, meðan annað virkar eitt sindur tvætlut.
T.d. dámar mær ikki seinastu 2 greinarnar. Tað tykist sum um, hann hevur nakað ímóti, at fólk fáa høgar lønir. Eg eri t.d. púra ósamdur í, nógvum av tí, hann sigur um lønir til politikkarar.
OKJones on October 12 2011 23:38:59
Nei, tað var ikki akkurát har eg vildi fara við hesum. Eg eri heldur ikki samdur í nógvum sum hann sigur, men mítt poeng var meiri at hansara greinar eri so mikið áhugaverdar at eg tími at lesa tær, í mun til alt annað sum eg síggji. Greinarnar hjá Hergeir eru sum oftast ítøkiligar, har ið hinar oftast eru sum Frændur sangir, tóm orð. Men altso 150000 um árið í ferðastuðli??? Um tú so ferðast 365 dagar um árið so klárar tú ikki at brúka 150000, halló! Hatta er oysl, og tað er tað alt for nógv av.
Laluu on October 13 2011 07:57:49
Samdur. Flestu greinarnar hjá honum eru áhugaverdar. Onkur hendinga grein seinastu árini hevur verið í so ambitiøs, men tær eru sum regul verdar at lesa.
Ferðastuðulin er eisini nakað, ið eg havi eitt sindur ringt við at góðtaka. Eg skilji upprunaliga endamálið, men tað er farið av sporinum.
Vuzman on October 13 2011 10:08:59
Hvør fær 150.000 í ferðastuðul og til hvat?
OKJones on October 13 2011 10:48:37
Frí hús
Stk. 3. Landsstýrismenn, sum búgva uttan fyri Suðurstreymoy, hava rætt til frí hús í Tórshavn.

Kostnaðaendurgjald
Stk. 4. Í staðin fyri frí hús kann landsstýrismaður fáa árligt kostnaðarendurgjald eftir bústaðnum soleiðis:

Suðurstreymoy, undantikið Tórshavn, Argir, Hoyvík og Hvítanes kr. 54.734,65
Norðstreymoy....kr. 75.260,14
Eysturoy.......... kr. 95.785,63
Sandoy/Vágar...kr. 136.836,61
Aðrastaðni...... kr. 157.362,11

Stk. 5. Landsstýrismaður, sum velur at fáa frí hús í Tórshavn, fær umframt eitt kostnaðarendurgjald, sum er 12.000 kr. árliga. Kostnaðarendurgjøldini eru ikki skattskyldug.
Vuzman on October 13 2011 12:28:47
Ok, hatta er kanska eitt sindur yvirdrivið. Hvussu er hatta roknað út? Og hvis man býr í Havn, har húsprísirnir eru hægst fær man einki...?
OKJones on October 13 2011 14:13:08
Í mínari verð er hatta nokso einkult. Tú fær í stuðlið tað sum tú brúkar. Siglir tú 40 túrar við smyrli og koyrir 5000 km ja so fær tú pengar fyri 40 túrar og 5000km. Longri er tann søgan ikki.
Jogvanth on October 13 2011 17:47:33
Hattar er for simpult hjá tær, OKJones.
Er tað for simpult, so selur tað ikki politiskt.

Nei, álvaratos so haldi eg eisini at hattar er alt for langt úti.
Hví skullu teir hava frí hús? Flestu teirra ferðast ímillum allíkaval.
Eitt kamar ella lítil íbúð átti at verði nokk.

Eftir hasum døminum, so hava teir ymsu tinglimirnir ráð til eina mánaðarliga húsaleigu (ella avdrátt) áljóðandi:
Norðstreymoy: 6.271,68 + 1.000,-
Eysturoy: 7.982,14 + 1.000,-
Sandoy/Vágar: 11.403,05 + 1.000,-
Aðrastaðni: 13.113,51 + 1.000,-
Suðurstreymoy: 0,- + 0,-

Ikki dámar mær javnaðarhugsjónina serliga væl, men hattar eigur avgjørt at verða avtikið ella javnað fyri allar. Annars loysir tað seg jú hjá mær, um eg verði valdur, at flyta til Sumba beint eftir valið.
OKJones on October 13 2011 18:50:31
Hatta skuldi verði útgoldið eftir somu reglum sum vanlig fólk hava. 3 kr. pr kilometir ella hvat tað nú er. Antin er man politikkari ella ikki, um tú býr í Sumba er skítlíkamikið.
Jogvanth on October 13 2011 19:46:40
Eg hati hasar koyripengarnar. Fólk hava nú einaferð valt at búgva har tey búgva, og at arbeiða har tey arbeiða. Eg haldi haldi ikki at tey skullu gjalda minni í skatt, tí tey velja at arbeiða longri burtur heimanífrá enn onnur.
Torellion on October 13 2011 21:21:05
Fólk hava nú einaferð valt at búgva har tey búgva, og at arbeiða har tey arbeiða. Eg haldi haldi ikki at tey skullu gjalda minni í skatt, tí tey velja at arbeiða longri burtur heimanífrá enn onnur.



Eg eri samdur við hasum í flestu førum. Men í samband við landspolitik mugu vit gera eitt undantak. Fyri at hava rættvísa umboðan frá øllum landinum mugu vit geva øllum møguleika at arbeiða á tingi uttan at skula gjalda fyri tað.
Men tað skal sjálvsagt gerast á tann hátt sum OKJones nevnir.
Laluu on October 13 2011 22:18:08
Haldi, at tað er vert at peika út, at hasar upphæddir, ið OKJones nevndi eru fyri Landsstýrisfólk og ikki tingfólk.
Eg haldi sjálvur, at tað er uppá sítt pláss, at landsstýrisfólk kunnu sleppa at fáa bústað í havn, men eg haldi, at hinar upphæddirnar eru kanska ov nógv av tí góða.

Ein politikkari (landsstýrismaður) úr t.d. norðoyggjum ella Suðuroy kann eiga ella keypa hús í havn, men "hava bústað" í heimbygdini. Harvið fær hann 13.000 eyka um mánaðin at gjalda lánið fyri. Rokni við, at hetta loysir seg betri fyri hann enn at fáa frían bústað. Hann kann sjálvandi eisini brúka teir pengarnar til at leiga kamar fyri.

Men hugsa um hetta: Ein suðringur verður útnevndur landsstýrismaður. Hann kann ikki lættliga ferðast aftur og fram til arbeiðis, so hann er noyddur at hava okkurt slag av bústað í Havn. Men hann vil sleppa at ferðast heim so ofta tað ber til. Hann fær sbrt. tølunum omanfyri umleið 13.000 um mánaðin = umleið 7.000 eftir skatt.
Fyri hesar 7.000 skal hann gjalda húsaleigu, mat, klæðir (hann skal vera presentabul) umframt ferðaseðlar til/frá Suðuroy til sín sjálvan og kanska konu/børn at vitja.

Tað er nokk lættari og bíligari at vera landsstýrismaður, um tú longu býrt á meginøkinum.
OKJones on October 14 2011 00:25:42
Fyri hesar 7.000 skal hann gjalda húsaleigu, mat, klæðir (hann skal vera presentabul) umframt ferðaseðlar til/frá Suðuroy til sín sjálvan og kanska konu/børn at vitja.


Heilt erligt stuðul til klæðir, nei nú mást tú fanime taka teg saman.
Húsualeigu fínt nokk. Men hann fær eisini eina løn sum ikki er heilt onkið, hann klárar nokk at keypa sær ein klædning ella tveir, og 1/2 kylling og chips í ny og næ tá hann yvirnáttar í Havn.
Laluu on October 14 2011 07:53:10
Eg haldi framvegis, at hatta ikki er í lagi, men nógv fólk hugsa bert um upphæddina og ikki, hvat hon skal brúkast til.
Roffen on October 14 2011 08:44:36
Man skuldi trúð at lønin í sær sjálvum var so mikið góð, at stuðul ikki var neyðugur... serliga, tá man hugsar um at fundartillegg eru omaná annan stuðul, so oftani fáa tey fólkavaldu sikkurt dupultar koyripengar (spekualtión!)
Vuzman on October 14 2011 09:15:39
Fólk hava nú einaferð valt at búgva har tey búgva, og at arbeiða har tey arbeiða. Eg haldi haldi ikki at tey skullu gjalda minni í skatt, tí tey velja at arbeiða longri burtur heimanífrá enn onnur.

Koyripengar eru til fyri at gera tað lættari hjá fólki at búgva eitt ávíst stað og arbeiða eitt annað stað. Nógv fólk høvdu ikki búð tey støðini tey nú búgva, um ikki tey fingu koyripnegar.

Tað er eisini heilt fínt, siga JT og TJ. Men har eru tveir samfelagsligir trupulleikar við tí hugsunarháttinum. Fáa fólk ikki koyripengar (ella aðrar sømdir sum ger teirra pendling møguliga) so fara tvey ting at henda:
1) Nøkur fólk fara ikki at arbeiða hesi støð longur. Støðini missa kvalifiseraða arbeiðskraft => verri fyri samfelagið.
2) Nøkur fólk fara at flyta burtur frá teirra bústøðum og tættari til arbeiði. Bústøðini missa fólk => verri fyri samfelagið.
Og í báðum førum fara øll hesi fólkini (allarhelst) at missa lívskvalitet => verri fyri samfelagið.

Hetta er væl at merkja verri fyri samfelagið bæði peningaliga og "eydnuliga" (fann ikki eitt betri orð... :S )

Hetta kann samanberast við diskussiónina um barnapengar. Jú, børn er eitt privatprojekt, og nógv skilja ikki hví tey skulu betala fyri at onnur skíta børn í verðina, men eitt samfelag hevur also brúk fyri at børn verða skitin í verðina, og tað mesta av vesturheiminum hevur eitt problem nú við at tað gerast fleiri eldri sum ikki arbeiða og færri ung til at betala fyri tað heila.

Sum politikkari verur man noyddur at hugsa um øll í samfelagnum, eisini minnilutarnar, eisini tey man er ósamdur við, og eisini framtíðina og tær generatiónirnar sum koma.
Torellion on October 14 2011 09:43:15
Teoriin er at fáa fólk koyripengar, so fara tey at koyra longri teinar til arbeiðis. Hettar merkir:
1) Meira tíðarspill fyri tey sum skulu brúka meira tíð uppá transport => verri fyri samfelagið
2) Meira slit uppá vegir og bilar, meira útlát og meira brúkt uppá benzin => verri fyri samfelagið
3) Um tað almenna skal gjalda koyripengar skulu pengar brúkast uppá umsiting umframt fleiri møguleikar at misnýta skipanina => verri fyri samfelagið


Ja, samfelagið kann koma í trupuleikar vegna mangul uppá unga arbeiðskraft, men tað ber ikki til at loysa tað við at gera fleiri børn. Tað útsetur bara trupuleikan. Heldur burdu vit roynt at effektivisera okkara samfelag, og tað ber ikki til um vit løna fólki fyri at spilla tíð og pengar. smiley

(eri til arbeiðis so havi ikki tíð at gera mær ómak ella rættlesa)
Laluu on October 14 2011 10:04:17
Væl sagt Vuzman.

Roffen - So frægt, eg havi skilt, so fáa tingfólk og landsstýrisfólk vanliga ikki fundarpening. Teirra høvuðsarbeiði er í stóran mun at fara á fund.

Hasar upphæddirnar omanfyri vóru eisini fyri landsstýrisfólk, ið ikki neyðturviliga eru fólkavald.

Ein trupulleiki við koyripengum er tó, at Løgtingið hækkaði koyripening til tingfólk, samstundis sum teir ikki høvdu ráð til at betra um skipanina fyri onnur starvsfólk. Tað sendir eitt óheppið signal.

Slíkar skipanir rigga vanliga eftir ætlan, men trupulleikin er, at tað slepst illa undan, at onkur fær serliga góðar sømdir ella kann útnytta skipanina betri enn ein annar. Tað merkir ikki, at skipanin sjálv er rotin.

Hóast tað viðhvørt virkar ógvusligt at tosa um slík tøl, lønir og sersømdir o.s.fr. so er neyðugt at fyrihalda seg til hesi ting:

1.Landsstýrisfólk skulu helst fáa góða løn, tí tey hava ikki loyvi til at hava annað arbeiði.
2.Tað skal bera til at vera Landsstýrisfólk, hóast tú ert av Viðareiði ella úr Vági. Annars avlaga vit demokratisku skipanina og rættin til representatión.
3.Um landsstýrisfólk og tingfólk ikki fáa serliga góða løn, so er ein vandi fyri, at vælútbúgvin og dugnalig fólk ikki tíma at taka hesa stóru ábyrgd á seg.

Tá alt hetta er sagt, so haldi eg, at mær hevði dámt betur, um vit ikki høvdu ferðapening o.t. til landsstýrisfólk - tí eg vildi mett, at starvið mestsum krevur, at tey eru búsitandi nær Havnini, meðan tey røkja hetta embæti.

Í mun til ferðapening o.t. til tingfólk, so er hetta sanniliga eisini vanligt aðrastaðni. Men í Føroyum hava vit ikki valdømir longur, so nú er skipanin eitt sindur hendavegin og handavegin. Vanliga hevur tað týdning, at tann valdi kann ferðast ímillum, soleiðis at hann/hon varðveitir tilknýtið til sítt valdømi og sínar veljarar.
Men eg eri vísur í at demokratiska umboðanin kann skaðast, um tingfólk av Sandi, úr Suðri ella Norðoyggjum ikki fáa sømiliga samsýning.
OKJones on October 14 2011 11:55:16
Eg haldi at tað er ok at fólk kunna søkja um koyripening (endurgjald fyri bensin og slitagu á akfari). Skal líka leggja afturat at bústaðarkostnaðurin er minni jú longri vekk frá høvuðstaðnum tú býrt. So har er aftur ein fyrimunur sum kompenserar fyri avstandin.
Norlander on October 14 2011 11:59:10
Tá talan er um landstýrisfólk er hattar í finasta lagi. Tá talan er um tingfólk skuldi tey bert fingi somu dagviðbót sum øll onnur (310,- at sova fyri og 260,- at eta fyri per dag):

Hví hendan munin? Landstýrisfólk eru útpeika til eitt arbeiði, meðan tingfólk eru vald til at representera fólk.

Annars fáa landstrýrisfólk ikki nakra ekstrema løn. 45.219,43 um mánan er tað heila. Her eru 1-2 brúkarar her inni sum fáa meira uttan nakra leiðsluábyrd, og aðrir stjórar í Føroyum fáa væl meira, onkur entá 500% meira.
Laluu on October 14 2011 12:24:40
og aðrir stjórar í Føroyum fáa væl meira, onkur entá 500% meira.


- onkrir stjórar í FO fáa eisini 3-5.000 ferðir meira.
Vuzman on October 14 2011 12:29:06
Hvør stjóri í Føroyum fær 2,7 miljardir kr í ársløn?
Laluu on October 14 2011 12:59:22
Sorry.
Meinti 3-5.000 % meira, heldur enn tær 500%, sum Norlander nevndi.
Men nú eg hugsi meg um, so er hansara tal tað rætta. Í skundinum kom eg at brúka mánaðarløn sum grundarlag heldur enn ársløn.
*facepalm
Vuzman on October 14 2011 13:11:07
Is it Friday yet...?
Post Comment
Please Login to Post a Comment.
Login
Username

Password



Forgotten your password?
Request a new one here.
Last Seen Users
Norlander00:35:39
OKJones08:13:05
Torellion 1 day
Grizlas 2 days
Vuzman 2 days
Boddin 2 days
Spiff 2 weeks
fjallsbak 3 weeks
Laluu 5 weeks
Anubis_fo 9 weeks
Obituaries
You must login to post a message.

Vuzman
26/08/2024 07:45
Try the google search box

Grizlas
24/08/2024 23:30
doubtful

OKJones
24/08/2024 22:08
does the search function even work?

Grizlas
24/12/2023 15:06
Gleðilig jól

Norlander
24/12/2023 10:09
Gleðilig jól!

Norlander
29/10/2023 19:16
:/

Grizlas
29/10/2023 11:35
RIP Matthew Perry.

Norlander
25/08/2023 19:22
That's not from the chess scene, it's Omar to Wee Bay, 2 mins into this clip: https://www.youtube.com/w
atch?v=LF0Xt6b525E


Vuzman
25/08/2023 18:11
That chess scene is forever seared into my memory...

Norlander
24/08/2023 20:03
You quoting the Wire, wow smiley