February 23 2024 07:59:18
News Photos Forum Search Contact History Linkbox Calendar
 
View Thread
Gongumenn | General | Music
14
Norlander
Besti ella størsti føroyski sangur?

User Avatar

Field Marshal

Group: Administrator, Klikan, Regulars, Outsiders
Location: Copenhagen
Joined: 09.06.06
Posted on 04-12-2023 19:49
Hvat er tann besti Føroyski sangurin? Kann man yvirhøvur velja nakran einstakan sang til at vera tann besta?

Fyri meg hevur svari leingi verði Terji & Føstufressar - Ljóðmynd. Tað er ikki naka kontroversielt val, sangurin bleiv eisini valdur til "aldarinnar lag" av lesarum hjá Sosialinum einaferð umleið ár 2000, so har eru nógv sum eg, ið hava 'Ljóðmynd' sum eitt standard svar, men har eru dagar, har eg haldi 'Ljóðmynd' ikki er besti sangurin á fløguni. Tað skiftir millum 'Ljóðmynd', 'Morgunflog' og 'Náttarlongsul'.

Tað fekk meg so at hugsa, har eru fleiri aðrir sangir, ið kanska heldur skuldi haft heiti, Annika Hoydal - Aldan, Hjarnar - Breaking My Heart, Frændur: Eros, Lívsmynd ella 'Sangur til frælsi' og so ikki tala um Hanus: Saknur, Fagra Blóma (ella rættari 'Blóma Mín'), 'Deyði Magnus Heinasonar' ella 'Áh, kundi á tíðarhavi' kundi allir veri nevndir. Og um eg leiti rundt YouTube, so er 'Syngja Sama Lag' mest spældi Føroyski sangurin... hvat gives.

So tá tað kemur saman um, tá eg blívi spurdur (sum eg var nú ein dagin til ein Jólafrokost) so er mítt svar: Terji & Føstufressar - Ljóðmynd.

Hvat við tykkum? Hvat halda tit? Havi eg gloymt okkurt åbenlyst í mínum reasoning?


The conventional view serves to protect us from the painful job of thinking.
- John Kenneth Galbraith

Edited by Norlander on 04-12-2023 19:51
Send Private Message
OKJones
RE: Besti ella størsti føroyski sangur?

User Avatar

Commander

Group: Klikan
Location: Argir
Joined: 12.06.06
Posted on 04-12-2023 22:48
Syngja sama lag hevur 300.000 spælingar á youtube, og Trøllabundin hjá Eivør hevur 13 mió spælingar.

Annars havi eg leingi hildi at Ljóðmynd er besti føroyski sangur, men tað kundi líka so væl verði Morgun ella Ró hjá Martin Joensen.

Onnur løg mær dámar væl:

Clickhaze - Daylight
Deja Vu - Confused, Happy
Terji & Føstufressar - Á ferð til dreymaland
Marius Ziska - Nærveran, Aftur til jørðina
Teitur - I was just thinking


Why would I want to end every post the same way?

Edited by OKJones on 04-12-2023 23:06
Send Private Message
OKJones
RE: Besti ella størsti føroyski sangur?

User Avatar

Commander

Group: Klikan
Location: Argir
Joined: 12.06.06
Posted on 05-12-2023 14:12
Men innast inni, so vita vit væl hvør er besti føroyski sangur nakrantíð. Tað er "Eg" hjá Páll Finni Páll.




Why would I want to end every post the same way?

Send Private Message
Norlander
RE: Besti ella størsti føroyski sangur?

User Avatar

Field Marshal

Group: Administrator, Klikan, Regulars, Outsiders
Location: Copenhagen
Joined: 09.06.06
Posted on 05-12-2023 18:13
OKJones wrote:
Men innast inni, so vita vit væl hvør er besti føroyski sangur nakrantíð. Tað er "Eg" hjá Páll Finni Páll.



Ella hesin? smiley




The conventional view serves to protect us from the painful job of thinking.
- John Kenneth Galbraith

Send Private Message
Boddin
RE: Besti ella størsti føroyski sangur?

User Avatar

Regular

Group: Klikan
Location: Copenhagen
Joined: 19.06.06
Posted on 05-12-2023 21:40
Kasti nakrar inn her.

Eitt dýpi av dýrari tíð - Elin Brimheim Heinesen

Um eg kundi kvøðið - Stanley Samuelsen

Súrligar nætur í Keypmannahavn - Kári P.

Mín sorg - Enekk

Av stólinum presturin røddi so - Hanus


smiley

Send Private Message
Grizlas
RE: Besti ella størsti føroyski sangur?

User Avatar

General

Group: Administrator, Klikan, Regulars, Outsiders
Location: Denmark
Joined: 08.06.06
Posted on 05-12-2023 22:30
Boddin wrote:
Eitt dýpi av dýrari tíð - Elin Brimheim Heinesen


Hetta er tann sangurin sum eg helt manglaði. Haldi hetta er besta "lagi" sum er gjørt í føroyum.
haldi eisini Svarti Ravnur hjá Kræklingum eigur at vera við her.

Besti sangur veit eg ikki. Lag er eitt, framleiðsla eitt annað, smagur eitt tríðja.

Hesin eigur heldur ikki gloymast - hóast hann hevur ikki so nógv ár á baki enn:




You want to tempt the wrath of the whatever from high atop the thing?

Edited by Grizlas on 05-12-2023 22:31
Send Private Message
OKJones
RE: Besti ella størsti føroyski sangur?

User Avatar

Commander

Group: Klikan
Location: Argir
Joined: 12.06.06
Posted on 05-12-2023 23:06
Eg hugsaði um Guðrið, men eg gloymdi hana aftur smiley


Why would I want to end every post the same way?

Send Private Message
Norlander
RE: Besti ella størsti føroyski sangur?

User Avatar

Field Marshal

Group: Administrator, Klikan, Regulars, Outsiders
Location: Copenhagen
Joined: 09.06.06
Posted on 06-12-2023 08:33
Super innspark, nú haldi eg, at eg havi eitt brúkbart svar næstu ferð ein fullir útlendingar spyrja meg um Føroyska mentan og sang. Tey vilja læra, tað er "upprigtigt" spurgt við bestu meining.

Haldi mín "listi" av sangum - ið Føroyingar (#metoo) halda vera "best" ella vera fólkaogn - verður:
Terji & Føstufressar - Ljóðmynd
Elin Brimheim Heinesen - Eitt dýpi av dýrari tíð
Eivør - Trøllabundin (kanska ikki besti, men mest populæri)
Annika Hoydal - Aldan
Hanus G Johansen - Áh, kundi á tíðarhavi


So kann eg tosa um Týr (Ormurinn langi, Regin smiður, Sinklars vísa, etc.) og Kára P (Hvørvisjónin, Sangur um flyting, Afturhvarv, etc.) um tey vilja vita meira, ella Enekk um tey eru til prog/alt (Rakiya bleiv gloymdur onkustani).


The conventional view serves to protect us from the painful job of thinking.
- John Kenneth Galbraith

Edited by Norlander on 06-12-2023 08:52
Send Private Message
OKJones
RE: Besti ella størsti føroyski sangur?

User Avatar

Commander

Group: Klikan
Location: Argir
Joined: 12.06.06
Posted on 06-12-2023 13:05
Um tú skal tosa um okkara generatión, so er hatta eitt gott boð. Men hatta er ikki tað tey ungu í dag lurta eftir av føroyskum. So tosa vit Swangah, RSP, Páll Finnur Páll, Dynamit (vorherre bevares) og okkurt í tann stíl.

https://open.spotify.com/track/7MAkjWQk5dGbaGBjPt5voi?si=5b13a7338d1e49a2


Why would I want to end every post the same way?

Edited by OKJones on 06-12-2023 13:08
Send Private Message
Grizlas
RE: Besti ella størsti føroyski sangur?

User Avatar

General

Group: Administrator, Klikan, Regulars, Outsiders
Location: Denmark
Joined: 08.06.06
Posted on 06-12-2023 19:34
Kringvarpið gjørdi obinbart eina poll í 2018:

https://poll-maker.com/results2166940x9ac54075-62#tab-4


You want to tempt the wrath of the whatever from high atop the thing?

Send Private Message
Norlander
RE: Besti ella størsti føroyski sangur?

User Avatar

Field Marshal

Group: Administrator, Klikan, Regulars, Outsiders
Location: Copenhagen
Joined: 09.06.06
Posted on 07-12-2023 09:50
Áhugavert. Nú vil eg eisini síggja listan av løgum í vóru í top 5 tá ljóðmynd bleiv kosin til aldarinnar lag av lesarum hjá Sosialinum, sikkurt hend onkur broyting tey 15-18 árini ið eru í millum, men sær út til at tað er ringt at finna gamlar avísir online.

Kanska er demografisk profilurin eisini ein heilt annar. Terji & Føstufressar var ein útiseta-pláta og síðanni ein havna-pláta, naka sum bleiv forklára í hesum kvf dokumentarinum. Terji ferð endtá longri enn journalisturin tá hann blívur spurdur um tað, og sigur at norðanfyri vilja fólk heldur hoyra hansara Frændir sangir (serliga Eros) og hansara tilfar frá Moira, heldur enn tilfar frá Føstufressum. Kanska vóru lesarnir hjá Sosialinum tá eisini serliga havnafólk og fyrrverandi útisetar.

Tó tað sagt, so skrivar kvf í innganginum:
Dokumentarurin varpar ljós á útgávuna, ið er vorðin fólkaogn fram um allar aðrar føroyskar tónleikaútgávur í føroysku tónleikasøguni



The conventional view serves to protect us from the painful job of thinking.
- John Kenneth Galbraith

Edited by Norlander on 07-12-2023 09:53
Send Private Message
OKJones
RE: Besti ella størsti føroyski sangur?

User Avatar

Commander

Group: Klikan
Location: Argir
Joined: 12.06.06
Posted on 07-12-2023 11:22
Tú kann leita eftir gomlum bløðum á tidarrit.fo


Why would I want to end every post the same way?

Send Private Message
Spiff
RE: Besti ella størsti føroyski sangur?


Familiar

Group: Klikan
Location: Tórshavn
Joined: 27.06.06
Posted on 08-12-2023 09:16
Also, kemur Svarti Ravnur hjá Kræklingum slettis ikki uppá tal smiley
Annars er hattar ólúksáliga ringt at velja í, tí har er rættiliga nógv og varierandi.
Men kanska er nemmast at velja bestu flögu har fleiri góðir eru, og fleiri av ótrúliga góðum, sjálvandi Terji og Föstufressar, so sleppi eg undan at gera topp 5 sum eigur at vera topp 25 og ikki at klára at velja ímillum


nunc est bibendum

Send Private Message
OKJones
RE: Besti ella størsti føroyski sangur?

User Avatar

Commander

Group: Klikan
Location: Argir
Joined: 12.06.06
Posted on 08-12-2023 09:21
Jú Svarti Ravnur kemur upp á tal, og bleiv nr. 16 í hasum pollinum frá kringvarpinum í 2018, sum Grizlas vísur til longri uppi.


Why would I want to end every post the same way?

Send Private Message
Jump to Forum:
Back to front page