Eg havi nýliga haft tvær samrøður har fólk hava hildið at tað var bíligari at keypa TaxFree á flogvøllinum í København enn í Vágum. Eftirsum eg ætlaði mær at bíleggja til heimferðina og hugdi eitt sindur eftir prísum, helt eg at skuldi leggja hetta upp her.
Generelt er alt bíligari í FAE. Eg fann onkra einstaka vøru sum er uppá tilboð í CPH, men ikki í FAE, sum var bíligari í CPH (Baileys 125/149), men ofta høvdu tilboðsvørurnar í CPH sama prís sum vanligur prísur í FAE (Tanqueray 159/159). Og keypir tú tvær Baileys í FAE fært tú tær til 112,50/stk.
CPH FAE %
Hendrick's Gin 44% 1L kr. 339,00 kr. 259,00 24%
Jägermeister 35% 1L kr. 179,00 kr. 125,00 30%
Kings Blue 200s kr. 349,00 kr. 299,00 14%
Marc Jacobs Daisy Eau de Parfum 50ml kr. 528,00 kr. 449,00 15%
Biotherm Homme Cleansing Gel 150 ml kr. 149,00 kr. 159,00 6%
Toblerone Gold 360g kr. 65,00 kr. 55,00 15%
LEGO Chevrolet Corvette kr. 129,95 kr. 109,00 16%
When I kill her, I'll have her
Die white girls, die white girls
Helt at tey flestu vistu hattar. Soleiðis var tað beinanvegin, tá tollfríu handilin (tann gamli) opnaði. Öll tosaðu um at bíða við at keypa, til man kom til FO
Helt tað vit tosaði um var at har var enn tollfríðar cigarettir á flogvøllinum í Keypmannahavn, tín post vísir enn er so.
Fyrr kostaði tær 250,- og síðanni 270,- per karton á FAE og 310,- per karton á CPH, men tí at man ikki fekk bBlue Kings á FAE keypti eg altíð tær á CPH. Síðanni man fekk Blue Kings á FAE byrjaði eg bara at keypa har, men so var ofta útselt at eg fór aftur til at keypa á CPH.
The conventional view serves to protect us from the painful job of thinking.
- John Kenneth Galbraith
Ja, eg finni ikki artiklin sum segði at tey ikki høvdu tollfríar sigarettir, men kanska stóð har at tey ikki hava non-tollfríar longur. Tað ber ikki til at keypa sigarettir hvis man flýgur til EU-land.
When I kill her, I'll have her
Die white girls, die white girls
Keypi ongantíd nakad sum helst í KPH airport. Har er alt so Hundadýrt. Sjálvt perfumes eru bíligari at keypa í bilka, føtex osfv. Sama er galdandi fyri slik. Og tad betalir seg als ikki at keypa fløskur av nøkrum slag um man skal til DK. Tad er so gott sum altíd á tilbod til sama prís onkrastadnis á landi
Men gott at vita at tad er nakad fregari í FØ taxfree
if you it you'll regret it, if you dont do it you'll regret it either way you gonna regret it you might just the same just do it
Vester wrote:
Og tad betalir seg als ikki at keypa fløskur av nøkrum slag um man skal til DK. Tad er so gott sum altíd á tilbod til sama prís onkrastadnis á landi
Hattar er eitt sindur langt frá sannheit
CPH selur 100cl fløskur, handlarnir í KBH sejla 70cl fløskur, men prísurin er umleið tann sami fyri fløskuna, tvs. at tað er (100/70) ~ 42% bíligari á CPH.