Grizlas | insider trading? |
|
| |
| General | |
| Group: Administrator,
Klikan,
Regulars,
Outsiders
| Location: Denmark | Joined: 08.06.06 | Posted on 16-11-2007 00:20 |
|
ein áhugaverdur tráður er komin inni á kjak.fo:
http://www.kjak.fo/forum/viewtopic.php?t=9331
Lamech, ert tú førður fyri at varpa eitt sindur av ljósið á hettar? Veit lítið og einki um aktiur..og annars hvat halda tit um hetta? Kann hettar ikki fáa rættliga álvarsamar fylgjur um hald er í hesum?
|
You want to tempt the wrath of the whatever from high atop the thing? |
|
|
fjallsbak | RE: insider trading? |
|
| |
| Familiar | |
| Group: Klikan
| Location: Tórshavn | Joined: 02.07.06 | Posted on 16-11-2007 13:28 |
|
Tey sum skriva á www.kjak.fo blanda tvey ting saman sum ikki hoyra saman.
Viðvíkjandi handlum við ov lágum kursi.
Teir handlarnir sum eru strikaðir eru feilir sum vóru gjørdir í marknaðinum. Børsurin hevur góðtikið grundgevingina fyri feilinar og hevur tí strika handlarnar. Um børsurin ikki góðtók grundgevingina só vóru tey sum handlaði noydd til at gjøgnumføra handlarnar. Sum hevði merkt stórt tap hjá tí eina partinum og tilsvarandi vinning hjá hinum.
Víðvíkjandi insider handlum.
Treytinar fyri allar børsskrásettar fyritøkur eru at tær hava ein compliance officer. Uppgávan hjá einum compliance officer er at skráseta øll sum hava eina serliga vitan um felagið.
Um ein persónur við insidaravitan ger ein handil, so skal hesin handil fráboðast til børsin og møguliga eisini almannakungerðast beint aftaná at handilin er gjørdur.
Fólk við insidaravitan hava eisini nakrar reglur um nær tey sleppa at handla virðisbrævið. Sjálvur havi eg ein stongdan glugga og opnan glugga, tvs at eg sleppi bara at keypa og selja Eik partabrøv í einum ávísum tíðarskeiði.
|
|
|
|
Celdar | RE: insider trading? |
|
| |
| Initiate | |
| Group: Klikan
| Joined: 02.08.06 | Posted on 16-11-2007 15:59 | |
|
Kulur postur Lamech
|
|
|
|