December 22 2024 13:25:17
News Photos Forum Search Contact History Linkbox Calendar
 
View Thread
Gongumenn | General | General Discussion
8
OKJones
Sandoyartunnilin

User Avatar

Commander

Group: Klikan
Location: Argir
Joined: 12.06.06
Posted on 09-08-2007 22:42
Er tað ikki ein vánalig í­løga at brúka 700 milliónir uppá ein undirsjóvartunnil til Sands. Har eru umleið 1400 skattaborgarar, tað svarar til eina hálva mió. í­ part. Vit hava nýligani brúkt 150 mió. uppá Gomlurætt, 80 mió. uppá nýggja Teistan, og útreiðslurnar av Skopunar havn eru óteljandi eftirhondini í­ øllum førum omanfyri 100 mió.


Why would I want to end every post the same way?

Send Private Message
Norlander
RE: Sandoyartunnilin

User Avatar

Field Marshal

Group: Administrator, Klikan, Regulars, Outsiders
Location: Copenhagen
Joined: 09.06.06
Posted on 10-08-2007 03:29
Sí­ hettar linki fýri eina grein um máli eg hevði i sosialinum.

Sjálvandi er ein Sandoyartunnil og viðari ein Suduroyartunnil ein góð í­løga, MEN tað er langt frá tann besta í­løgan almenna Føroyar kann gera. Sí­ðanni vit ikki hava nokk av pengun til at gera alt tad man vil gera her í­ landinum, so má man prioritera, og í­ minari meting so er ein Sandoyartunnil langt nirri á listanum.

Besta í­løgan fyri almenna Føroyar er í­ minari meting at gera eitt fullgott universitet í­ Torshavn. Tromsø hevur eitt universitet sum er 35 ára gamalt (tvs. yngri enn Fróðskaparsetri), men hevur 5000 lesandi og 1800 staff...Akureyri hevur eitt universitet sum er 20 ára gamalt við 1500 læsandi.hugsa um hvussu nogv terra samfela fær ut fra tí­.

Sí­ðanni er bæði flogvøllur og Skálafjaratunnil frammanfyri Sandoy, men báðar hesar í­løgur kunnu gott gerast uttan almennar pengar (tó statsgaranti fyri lánini hevði hjálp nógv).


The conventional view serves to protect us from the painful job of thinking.
- John Kenneth Galbraith

Send Private Message
Roffen
RE: Sandoyartunnilin

User Avatar

Veteran

Group: Regulars
Location: Copenhagen
Joined: 12.11.06
Posted on 11-08-2007 11:54
Tað er sjálvandi raðfesting, sum hevur nógv at siga... allar hasar í­løgurnar eru serliga góðar fyri Føroyar og fyri føroyingar.

Tann stóri spurningurin er bara, á hvønn hátt man skal raðfesta. Um man vil raðfesta útoyggja politikk, miðstaðar-menning ella globala framgongd.

Eg haldi absolutt, sum Norlander sigur at man skal raðfesta eitt altjóða universitet sera høgt á einum tí­lí­kum lista, men hinvegin, so haldi eg eisini at tað er ongin serlig orsøk at ein slí­kur skúli skal liggja í­ akkurát Havn. Hvørki Tromsø ella Akureyri eru høvuðsstaðir, so tað ber til, men tað er leisturin, sum tað verður gjørt uppá, sum hevur nógv at siga.



Send Private Message
Boddin
RE: Sandoyartunnilin

User Avatar

Regular

Group: Klikan
Location: Copenhagen
Joined: 19.06.06
Posted on 11-08-2007 12:49
Gamlarætt og skopunarhavn eru vitleys projekt. Man hevur arbeitt uppá skopunarhavn í­ meira enn 80 ár uttan at fáa eina góða loysn. Sum nú er klárar Teistin altí­ð at leggja æt, men hvat við einum størri skipi sum teir hava brúk fyri.

Suðringar vilja ikki hava ein tunnil til sands tí­ tað endar við fergu í­millum Hvalba og Sandur, sum ikki vil stytta tærra túr nakað serligt uttan at kostnaðurin fer upp.

Ein kanning bleiv gjørd um tunnil til sandingar hær besta loysn tá var tunnulin skuldi ganga upp á halin í­ Hesti (suður endin). Tað var fyri ventilatión osv. sum fekk meg at hugsa skuldi so Hest fólk eisini sleppa at nýta tunnulin. Tað hevið loyst trupuleikan við at finna nýggja ferju út í­ Hest eftir tunnilin bleiv bygdur um hann ikki gekk up í­ Hesti.

Universitet ljóðar áhugavert, men hvar. Sandingar hava nógv pláss at byggja ásmiley kanska Kambsdal og ein tunnil hær, á Marknagilið.



Send Private Message
Norlander
RE: Sandoyartunnilin

User Avatar

Field Marshal

Group: Administrator, Klikan, Regulars, Outsiders
Location: Copenhagen
Joined: 09.06.06
Posted on 11-08-2007 14:42
Roffen wrote:
Eg haldi absolutt, sum Norlander sigur at man skal raðfesta eitt altjóða universitet sera høgt á einum tí­lí­kum lista, men hinvegin, so haldi eg eisini at tað er ongin serlig orsøk at ein slí­kur skúli skal liggja í­ akkurát Havn. Hvørki Tromsø ella Akureyri eru høvuðsstaðir, so tað ber til, men tað er leisturin, sum tað verður gjørt uppá, sum hevur nógv at siga.


Ja tú hevur rætt í­ at Tromsø og Akureyri ikki eru høvuðsstaðir, men naka av gangninum av einum universiteti er eitt økt mentanarliv/í­triv/nattarlí­v. Hettar passar best inn við Tórshavn, hugsa á tann hátt at her fast ein betri syngergi við verandi mentanarliv/í­triv/nattarlí­v, tvs. at universiteti verur ein storur "positive externality" til býðarlí­vi í­ Havn, sostatt fær man kanska eitt stað har teir útiseta Føroyingar, ið ikki tí­ma heim aftur til FO pga. Seyði, Fjøllum og Rótasúpan, vilja seta so stóran prí­s uppá at man steggar tað negativa brain-drain og talent-drain sum er í­ Føroyum.


Haraftrat eru nakrir aðrir faktorar, so sum proximity til vágafúsar pengar (venture capital), proximity til áðrar útbýgvingarstóvnar, og institutions (so sum teir stóvnar á Jakupstrøð og í­ Nóatúni)...og sjálvandi...labor pool...eitt sindur relatera til tey fyrru pointini. Ein lektari til universiteti kemur entin fra útheiminum, ella fra Jakupstrøð, Nóatún, Tinganes osfv., hvis tey folkini eisini skullu flyta bústað samstundis sum tey flyta arbeiði so hevur tað eina negativa effekt.


The conventional view serves to protect us from the painful job of thinking.
- John Kenneth Galbraith

Send Private Message
Norlander
RE: Sandoyartunnilin

User Avatar

Field Marshal

Group: Administrator, Klikan, Regulars, Outsiders
Location: Copenhagen
Joined: 09.06.06
Posted on 11-08-2007 14:45
Annars kann sigast at Tromsø og Akureyri eru regional høvuðstaðir, teir eru størsti býður innanfyri aví­kaví­st uml. 1000km og 400 km. í Føroyskum høpi eru teir at kalla høvuðstaðir.


The conventional view serves to protect us from the painful job of thinking.
- John Kenneth Galbraith

Send Private Message
Vuzman
RE: Sandoyartunnilin

User Avatar

Admiral

Group: Klikan, Outsiders, Administrator, Regulars
Location: Copenhagen, DK
Joined: 10.06.06
Posted on 12-08-2007 03:13
Eg vil viðmerkja at Fróðskaparsetrið also er eitt ordiligt universitet, við trimum deildum, Ph.D.-lesandi, gransking og lesandi úr útheiminum.

At tað so ikki hevur nóg stóra prioritet í­ Tinganesi er so ein onnur søga. Eg eri ikki í­ iva um at tað hevði verið sera positivt fyri Føroyar at hava eitt størri universitet sum hevði eitt nógv størri útboð, og sum hevði eitt betri lestrarumhvørvi. Tað kundi eisini sum Norlander nevndi skapt eitt betri intellektuelt umhvørvi og forðað at so nógvir føroyingar fóru uttanlands at lesa og ikki komu aftur, av ymsum orsøkum.


When I kill her, I'll have her
Die white girls, die white girls

http://flickr.com/photos/heini/ Send Private Message
OKJones
RE: Sandoyartunnilin

User Avatar

Commander

Group: Klikan
Location: Argir
Joined: 12.06.06
Posted on 12-08-2007 23:25
Nú hava føroysku politikarnir raðfest tunnlar og skip í­ tey seinastu 30 árini. Eg haldi at tað er vitleyst at skúgva alt annað til viks, og ikki raðfesta nakað anna enn vegir, tunnlar osv. Føroyar eru á nógvum økjum 30 ár aftanfyri tí­ðina.

Tunnil til Gásadals 30 mió. til 10 fólk 3 mió pr. í­búgva
Tunnil til Sands 700 mió. til 1400 fólk 500.000 pr. í­búgva
Tunnil til Hest 180 mió til 42 fólk 4,3 mió pr. í­búgva

Norðoyatunnilin kann forsvarast, har eru uml. 6000 í­búgvar og hann betalir seg sjálvan, og tað sama kann man siga um Vágatunnilin.

So leingi sum vit brúka eina rúgvu av pengum uppá nøkur heilt fá fólk, so koma vit ongan veg. Men tað fær nokk ikki veri annarleiðis tá teir allarflestu politikarnir eru lokalpolitikarar.


Why would I want to end every post the same way?

Send Private Message
Jump to Forum:
Back to front page