| |
| Veteran | |
| Group: Regulars
| Location: Copenhagen | Joined: 12.11.06 | Posted on 15-05-2007 14:59 |
|
Eg havi júst sent eitt lesarabræv til Dimmalætting um hondbolt. Eg havi yvirtalað H71 til at stilla meg upp til nevndina í Hondboltssambandinum.
Eg rokni ikki viðat fáa nakað feedback ella diskusjón frá tykkum sum so, hetta er mest bara til kunning Men viðmerkingar eru jú vælkomnar.
Hvar er hondbólturin í Føroyum?
Nú er enn ein vetrarhálva farin afturum, hondbólturin gongur sína leið. Men er tað nóg mikið, at hondbolturin bara gongur sína leið? Hevði tað ikki verið betur, um tað var framgongd at hóma. Tíverri hevur visjónin um hondbóltin ligið í dvala í nógv ár, sjálvt um kappingarnar hava verið í gongd. Landsliðini hava verið í gongd, men heldur ikki meira enn akkurát, ongin avbjóðing er til tey yngru liðini. Ein kapping við heilt niður í 6 dystir í 5 mánaðir! Feløg hava havt vinardystir mitt í kappingini, fyri at halda lív í áhuganum og dystarvenjing hjá spælarunum. Tað hava ongantíð verið so fá aktiv feløg í Føroyum innan hondbóltsítróttina sum í hesum árum. Einaferð vóru 8 lið í 1. deild hjá bæði kvinnum og monnum, við kapping um upp- og niðurflyting. Nú eru 6 aktiv feløg hjá monnum í Atlantic Airways deildini, og fimm feløg dystaðust í fjør um FM-heitið í SunSet deildini.
Tað er millum lítil og ongin promovering í miðlunum um hondbolt. íšrslitini koma í tíðindini, men tað er sum so tað einasta fólk hoyrir um hondbólt. Tað er ongin framtíðar hugsjón ella spennandi avbjóðingar.
Visjónin fyri hondbóltin í Føroyum má vera at menna ítrottina frá teimum yngstu til tey elstu. Fyri at kunnað menna hondboltin í Føroyum, má ein langtíðar-hugsjón leggjast fram, ein langtíðar-hugsjón, sum kann sameinast við eina stutttíðar hugsjón, so ongin missir, men øll vinna.
Her eigur Hondboltssambandið at ganga undan sum fyrimynd. Við at seta á stovn yngri ‘elitu’-lið og landslið, at útbúgva venjarar, serliga til yngru deildirnar, at læra feløgini at hava ein reyðan tráð gjøgnumgangandi fyri alt felagið, frá teimum yngstu til tey elstu, frá einstøku leikarunum, til liðini, til síðulinjuna og til fjepparnar. Við at gera ein reyðan tráð fyri hondbóltin og fyri Hondbóltssambandið næstu 5 ella 10 árini. Við at seta ítrottarlig mál fyri feløgini og fyri landsliðini. í˜ll hesi mál og onnur við eiga at vera við til at seta fokus á føroyskan hondbólt.
Hondbóltssambandið eigur eisini at vera opið fyri at byggja brýr við aðrar ítottargreinar, sum kunnu binda saman og styrkja leikarar, bakland, venjarar og ikki minst ítróttargreinar. Við at binda bond saman við øðrum ítrottargreinum kemur hondbólturin ongantíð at standa einsamallur tá man skal fara uttanlands, heinta útlendingar hendanvegin ella okkurt annað.
Rolf Mouritsen, Miðvágur
|